Løkin Band og Horne Skoleorkester í Gulu Smiðju

13. mai 2022

Leygardagin 14. mai verður áhugaverd konsert í Gulu Smiðju í Runavík. Tey, sum fara at framføra, eru Løkin Band úr Runavíkar kommunuskúla og Horne Skoleorkester úr Hjørring.  

Løkin Band er eitt næmingaorkestur í skúlanum við Løkin. Tey spældu nógv saman fyri nøkrum árum síðani og vóru m.a. á barnapallum á fleiri festivalum. Í 2019 fóru tey til Danmarkar á konsertferð, har tey spældu fleiri konsertir saman við Horne Skoleorkester. Tey spældu m.a. á stóra pallinum á Aalborg børnekulturfestival.  

Ætlanin var at Horne Skoleorkester skuldi koma at vitja árið eftir, men farsóttin steðgaði hesum. Nú hava tey so avgjørt at koma hendan vegin. Tey eru væl mannaði á føroyaferðini, tí tey koma við tveimum tónleikabólkum. Annar bólkurin er mannaður við næmingum úr framhaldsdeildini. Í hinum bólkinum eru yngri tónleikarar. 

Horne Skole liggur í Hirtshals, sum er partur av Hjørring kommune. Talan er tí um vinabýarsamstarv, tí Hjørring og Runavík eru vinabýir.  

Konsertin verður í Gulu Smiðju leygardagin klokkan 16, og er bæði almenn og ókeypis. 

Myndin er tikin á danmarkarferðini í 2019

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík
23. apríl 2024
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu er skotin væl í gongd
22. apríl 2024
Móðurmálið og vitlíki - á hvørjum máli samskifta vit? - BEINLEIÐIS