Ruddingardagur verður 21. mai

16. mai 2022

Runavíkar kommuna heitir, aftur í ár, á allar borgarar um at taka lut í árligu ruddingini og á tann hátt verða við til at fríðka um heimstaðin.

Morgunmatur verður, sí hvar niðanfyri. Aftaná fara vit at rudda.

Starvsfólk frá verkstaðnum í samstarv við IRF, syrgja fyri, at ruskið verður heintað.

Ruskið

Vit vilja heita á øll um at skilja ruskið soleiðis:

·         Alt smátt rusk til at brenna, kann koyrast í posarnar

·         Stórir lutir at brenna, skulu í ein bunka fyri seg

·         Jarn skal liggja fyri seg

·         Um tit finna dunkar við olju ella líkandi, so skal hetta stillast við vegin

Posarnir og ruskið skulu leggjast á eitt sjónligt stað á ein av teimum størru vegunum, so at tey, sum heinta ruskið, hava lætt við at síggja, hvar ruskið liggur.


Morgunmatur verður á hesum støðum og har kunnu posar og handskar heintast fram til kl. 13.00:


Æðuvík – kl. 10.00 í missiónshúsinum – Karhild Davidsen er samskipari tlf. 219281

Rituvík – kl. 10.00 á spæliplássinum - Súsanna Debes er samskipari tlf. 263620

Runavík, Saltangará og Glyvrar – kl. 9.00 í Gula Smiðju – Beata Hansen er samskipari  tlf. 508576

Lamba og Lambareiði – kl. 9.00 í skúlanum í Lamba - Bárður Højgaard er samskipari tlf. 221328

Søldarfjørður og Skipanes – kl. 10.00 á spæliplássinum í Søldarfirði - Petur Hansen er samskipari tlf. 508575

Skála – kl. 9.00 í ítróttarhøllini á Skála – Heidi Niclasen er samskipari tlf. 269614

Skálafjørður – kl. 9.00 í gamla skúla – Ása Hansen er samskipari tlf. 515858

Oyndarfjørður – kl. 9.00 í skúlanum í Oyndarfirði - Ingeborg Klein er samskipari tlf. 744370

Funningsfjørður – kl. 9.00 í skúlanum í Funningsfirði – lokalnevndin er samskipari tlf. 216630, 250107, 219122

Elduvík – kl. 9.00 í skúlanum í Elduvík - Dánial Martin Hansen er samskipari tlf. 582505

Funningur - vegna at ferðamannaskip kemur til Funnings 21. mai, verður runningardagur í bygdini 28. mai.

Seinastu tíðindi

18. mai 2022
Útvarpsstøðin FM1 vitjar Runavíkar kommunu í dag
17. mai 2022
Vegir stongdir í Funningi leygar­dagin 21. mai
16. mai 2022
Ruddingardagur verður 21. mai
16. mai 2022
#ruddastubbar