Kunngerð um broyting av Býarplaninum fyri Runavíkar Kommunu

04. apríl 2022

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi hin 24. februar 2022 og 31. mars 2022, hevur samtykt broytingar í býarplaninum fyri Runavíkar kommunu.

Broyting av býarplaninum fyri Glyvrar
Umleið 9.400 m2 av C10 økinum almenn endamál, sunan fyri Glyvragjógv, verður broytt til
F-øki til alment fríøki og broyting av vegalinju fyri Bakkavegin og Fjøruvegin frá Glyvravegi.
Uppskot til broyting av býarplanuni á Glyvrum

Broyting av býarplaninum á Rókahavnini í Runavík
Umleið 30.000 m2 av D3 havnaøki verður broytt til A1a-miðstaðarbygging.
Uppskot til broyting av býarplanuni á Rókahavnini

Broytingarnar í býarplaninum eru til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í
tíðarskeiðnum frá 5. apríl 2022 til 23. mai 2022
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 23. mai 2022.

Runavíkar býráð

Seinastu tíðindi

18. mai 2022
Útvarpsstøðin FM1 vitjar Runavíkar kommunu í dag
17. mai 2022
Vegir stongdir í Funningi leygar­dagin 21. mai
16. mai 2022
Ruddingardagur verður 21. mai
16. mai 2022
#ruddastubbar