Broytt upplatingartíð fyri Moldgoymsluna í grótbrotinum í Skálafirði
14. mars 2022
Upplatingartíðirnar á moldgoymsluni í grótbrotinum í Skálafirði verða broyttar. Kunngjørt verður nærri, hvørjar upplatingartíðirnar verða.
Harumframt verður nýggj reglugerð lýst og kostnaður ásettur fyri inn- og útveitingar av tilfari. Hetta verður kunngjørt nærri.
Arbeiðstakarar sum veita tilboð, eiga at taka atlit til hesar dagføringar.
Arbeiðstakarar, ið hava tørv á nærri kunning, kunnu venda sær til Kommunuskrivstovuna.
runavik@runavik.fo
Tel.: 41 70 00
Broytingin verður galdandi frá leygardegnum 01. mai 2022.
Moldgoymslan í grótbrotinum í Skálafirði
Runavíkar kommuna
Seinastu tíðindi

18. mai 2022
Útvarpsstøðin FM1 vitjar Runavíkar kommunu í dag

17. mai 2022
Vegir stongdir í Funningi leygardagin 21. mai

16. mai 2022
Ruddingardagur verður 21. mai

16. mai 2022
#ruddastubbar