Broytt upplatingartíð fyri Moldgoymsluna á Skoragili
14. mars 2022
Upplatingartíðirnar á moldgoymsluni á Skoragili verða broyttar. Kunngjørt verður nærri, hvørjar upplatingartíðirnar verða.
Harumframt verður nýggj reglugerð lýst, eins og kostnaður verður settur á inn- og útveitingar av tilfari. Hetta verður kunngjørt nærri.
Arbeiðstakarar sum veita tilboð, eiga at taka atlit til hesar dagføringar.
Arbeiðstakarar, ið hava tørv nærri kunning, kunnu venda sær til Aksel Højgaard, tekniskur leiðari í Nes Kommunu:
aksel@nes.fo
Beinl. 44 75 86
Fartel. 56 50 01
Broytingin verður galdandi frá leygardegnum 01. mai 2022.
Moldgoymslan á Skoragili
Nes- og Runavíkar kommuna
Seinastu tíðindi

02. juli 2022
Yvir dalar og fjøll

29. juni 2022
Føroyaleikir í Runavíkar kommunu í vikuskiftinum

28. juni 2022
Rottangatøming á eystara armi á Skálafjørðinum

24. juni 2022
Víðka bryggjuna í Funningsfirði