Við árslok og ársbyrjan

03. januar 2022

Kommunuval var hildið í november 2020, og nývalda býráðið í Runavíkar kommunu tók við umboðandi valdinum við ársskiftið 2020/21. Býráðið, ið sat frammanundan, hevði sum vera man, og ásett í lóg, samtykt eina fíggjarætlan fyri árið 2021. Umframt so mangt annað var full semja í nývalda býráðnum um at fylgja avgreiddu FÆ2021. Stóra royndin hjá øllum bý- og bygdaráðum, serliga teimum nývaldu, er at leggja fíggjarligu lunnarnar undir fíggjarár í væntu. Býráðið, sum nú hevur sitið í eitt ár, gjørdi sær stóran ómak fyri at røkka einari semju um fíggjarætlanina fyri 2022. Tað eydnaðist og eitt yvirlit fyri úrslitið sæst á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu: https://runavik.fo/news/2766/
 
Fíggjarætlanin fyri 2022 javnvigar við 242 mió. kr., av hesum eru 55 mió. kr. settar av til íløgur og avlopið er mett til 7,3 mió. kr.

Fólkatalið í kommununi er stútt og støðugt vaksandi. Nú vit fluttu okkum úr gamla árinum inn í tað nýggja búðu 4.273 fólk í teimum 15 bygdunum í Runavíkar kommunu. Býtt soleiðis út á bygdirnar: Elduvík (12), Funningsfjørður (64), Funningur (48), Glyvrar (439), Lamba (159), Lambareiði (9), Oyndarfjørður (130), Rituvík (319), Runavík (592), Saltangará (1.100), Skála (732), Skálafjørður (136), Skipanes (49), Søldarfjørður (374) og í Æðuvík (110).
 
Á fíggjarliga økinum kann nú staðfestast, at mettu inntøkurnar hildu. Umframt lagaligu ansingargjøldini, ein barnafrádrátt á 8 túsund krónur og frítíðarkortið Spjaldur á 2.500 kr. pr. barn, valdi býráðið frammanundan hesum at lækka skattin við 0,25% niður á 21,5%. Gongdin viðvíkjandi persónsskattinum í 2021 hevur verið hendan:

Raksturin helt seg nakað innanvert ásetta karmin, felagsskatturin bleiv sum mettur og eftirlønarskatturin var nakað frægari enn væntað. Við nógvum virksemi er trupult at meta um íløgurnar, serliga á útstykkingarøkinum, har ein tænasta verður keypt og stykkini seld útaftur, og er tað ikki altíð at hetta hendir í einum og sama ári. Tí er onkur eykajáttan samtykt á íløgusíðuni í 2021.

Grafurin yvir nettoskuld og lániloft gongur bara fram til 1. desember 2021. Trupult er at gera status fram til og við árskiftinum, kortini bendir alt á, at bert smáar broytingar vera í mun til myndina. Allar eykajáttaninar eru ikki avgreiddar, kommunalu samstørvini (tey eru mong) eru ikki gjørd upp og millumrokningar við landsmyndugleikan og eldrasamstarvið eru heldur ikki tøkar.
 
Myndin staðfestir, at nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu liggur um 109 mió. kr., sum svarar til 57% av einari álíkning. Við hesi støðu fær kommunan, um tað skuldi verið ynskiligt, lænt 82 mió. kr., áðrenn skuldin kemur upp á eina álíkning (sum svarar til persónsskattin við einum skattatrýsti á 23%).
 
Skal ein kommuna hóra undan er umráðandi, at ansað verður væl eftir rakstrinum. Ein væltrimmaður rakstur er avgerandi fyri rúminum á íløgusíðuni, og tað er hesin parturin sum av álvara mennir framtíðina hjá einari kommunu. Í yvirlitinum um FÆ2022 sæst hvussu býráðið hevur disponerað tær 55 mió. kr. til íløgur í 2022. Umframt hesar hevur kommunan í áleið 6 ár arbeitt við eini svimjihallarætlan, sum nú er komin til eitt vegamót. Har tað skal røkka ella støkka. Verkætlanin er liðug, men tá boðið var út, var tað ongin av annars áhugaðu byggifyritøkunum sum lat nakað boð inn til tess at fara undir verkætlanina. Arbeitt verður í løtuni við einari loysn, - um hetta verður meiri at frætta í næstum. Afturat hesum skal skoytast uppí, at ein møgulig loysn skal leggjast fyri býráðið, áðrenn farast kann undir at byggja svimjihøllina í Runavík. Í framtíðini liggja eisini íløgur og bíða í skúlaverkinum, í vatnverkinum, á ansingarøkinum og við havnarløgini kring um í kommununi o.s.fr.

Tølini fyri Runavíkar havn eru ikki endalig, men ein kvalifiserað meting út frá tølunum nakað fyri jól bendir á, at Runavíkar havn hevur havt sítt besta ár nakrantíð. Bruttoinntøkan verður 21,5 mió. kr. og nettoúrslitið verður 11,2 mió. kr. Havast skal tá í huga, at ferðamannaskipini, sum fleiri høvdu boðað frá komu, og sum áður skroyvaðu nakað upp í inntøkunum, avlýstu vitjanirnar í 2021 á sama hátt sum í 2020. Í 2022 hava 7 ferðamannaskip boðað frá vitjan, og higartil hava 5 skip boðað frá komu í 2023. Hvussu hetta fer at vignast, veldst alt um hvussu leikur fer við farsóttini Covid-19 í tíðini frameftir. Um inntøkurnar er annars at siga, at tær renna úr nógvum ymsum keldum, harvið stendur Runavíkar havn á væl tryggari grund enn onkuntíð, sum eisini sæst á yvirlitinum aftur til 2005, tá samanleggingar av fleiri kommunum í oynni vóru atvoldin til støddina á havnaverkinum, sum vit kenna tað í dag.
 
Tað er við góðum treysti, at Runavíkar býráð fer undir næsta árið í valskeiðnum, og við hesum orðum fari eg vegna býráðið og tey starvandi hjá kommununi at ynskja øllum borgarum okkara - og eisini landsmonnum okkara - eitt eydnuberandi nýár við tøkk fyri farna árið, ið nú hevur lagt seg afturat søguni hjá Runavíkar kommunu.
 
Við frændakvøðu
 
Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
19. apríl 2024
Vinnarar­nir av ársins skrivikapping
19. apríl 2024
Orðaskifti í Løkshøll í Runavík mánakvøldið 22. apríl
18. apríl 2024
Ruddingardagur 2024 - Fá kommununa at skína til Mentan­arvikuna