Jólatræið á Skála tendrað 27/11-2021

28. november 2021

- røða hjá Birnu Mikkelsen:

Gott kvøld góðu bygdafólk- skálafólk og gestir.

Tá Bjørg, systir mín, skrivaði til mín á messenger og spurdi meg varisliga, um eg kundi halda jólatræsrøðu á Skála, svaraði eg henni ikki beinanvegin, tí hon var so snild at skriva, at eg ikki behøvdist at svara beinanvegin, men fekk tíð at hugsa meg um.
Um eg hevði skulað svarað beinanvegin, so hevði eg heilt sikkurt sagt nei, tí eg eri ikki von at hava nakra bundna uppgávu, tá eg sigi ella skrivi okkurt. Tað er ofta bara tað sum kemur í hugan, sum eg skrivi niður og ofta deili við onnur t.d. á facebook. Men her hugsaði eg, at tað var øðrvísi, tí eg helt, at tað átti at vera ein ávísur máti ein heldur jólatræsrøðu uppá. Men tá Bjørg so ringdi aftur, so hevði eg havt tíð at hugsa meg um, og hugsaði, at um tað er ein ávísur máti at halda jólatræsrøðu uppá, so fari eg ikki at gera tað.
Tó ætli eg at siga okkurt nokkso grundleggjandi og søguligt:
Um vit spyrja á netinum hví vit hava jólatræ, so fáa vit hetta svar: “Jólatræið verður sett inn í heimini fyri at heiðra at lívsins træ varð borið í heim jólanátt. Jesus er lívsins træ hjá okkum kristnu. Tað æviga lívið er fruktin av lívsins træi í Edenshava og frá Jesusi. Gávurnar undir trænum súmbolisera fruktirnar av lívsins træi”.
Víðari stendur at stjørnan á toppinum súmboliserar Betlehemsstjørnuna og at í summum londum, sum t.d. ymsastaðni í Amerika hava tey ein eingil á toppinum, sum súmboliserar einglarnar í Betlehem.
Á wikipedia er nógv at lesa um jólatræið, m.a. at tað fyrstu ferð var brúkt í Týsklandi í 1500 talinum. Og at tað var hildið at vera ein løgin siður at byrja við og í nógv ár fram. Tað vóru eisini bara tey ríku, sum høvdu jólatræ.
So kom tíðin at vanligu borgararnir í Týskandi eisini fóru at skaffa sær jólatrø. Tey fóru sjálvi út í skógin at fella trø og tóku tey heim
1

við. Hetta vant so nógv uppá seg, at vaktarmenn vóru settir við skógirnar, so at skógirnir ikki skuldu vera oyddir. Seinni er man farin at gera jólatrø til ein vinnuveg og hevur gjørt tað meira burðardygt við at gróðurseta og fella við umleið sama tali.
Ein hugnalig forteljing viðvíkjandi jólatrøum er, at bakarar í Týsklandi fóru at taka jólatræ inn á bakaríið, sum teir pyntaðu við góðgæti, til mikla gleði hjá børnunum. Eg veit ikki um hetta er eitt hugskot til Meinhard Jóhan....?
Í Týsklandi eru tey errin av at tey vóru tey fyrstu við jólatrænum og tey hava eisini ein sang, sum er víðakendur; Oh Tannenbaum...høvdu teir vitað av, at vit við sama nóta syngja um eitt gummibomm á Oyggjarvegnum, so vænti eg ikki at teir høvu verið blíðir.
Ikki fyrr enn í 1808 var fyrsta jólatræ tendrað á Holsteinsborg í Danmark.
Í 1811 fekk fyrsta fína familjan í Danmark jólatræ. Tey itu Lehmann og búðu í Ny Kongensgade. Vanligi danskarin var so hugtikin av trænum, at teir settu stiga upp eftir húsavegginum hjá Lehmann og teimum fyri at síggja inn og beundraðu vakurtpyntaða jólatræið.
Í Føroyum eru jólatrøini komin uppaftur nógv seinni enn í Danmark. Og eins og í hinum londunum ,vóru tað eisini bara tey ríku, sum høvdu jólatræ at byrja við.
Eg veit ikki nær fyrsta jólatræ er komið til Skála, men eg veit eina eitt sindur stuttliga søgu, um tá jólatræið á Skála kom her á hetta lítla torgið at standa.
Tað var so, at jólatræið altíð plagdi at standa í skúlagarðinum, men so vóru tað nøkur sum hildu, at tað vóru ov fá, sum fingu gleði av jólatrænum, tí tað stóð so mikið avsíðis. Og tá skúlabørnini vóru farin í jólafrí, var træið næstan burturgloymt, tí tá vóru ongi hús og ongi fólk á Hórheiðum, sum kundu nýtt útsýni.
1

Hesi fólkini, har mamma var ein teirra, skipaðu so fyri, at træið kom her at standa. Her sæst tað væl og nógv fólk ganga ella koyra framvið á veg til arbeiðis, til handils ella annað.
Mamma var sjálvandi glað við, at hava træið so nær, og kundi síggja tað úr vindeyganum. Deiliga hugnaligt og upplívgandi í hesi myrku tíðini. Men so sær hon, at her kemur eitt seyðafylgi upp á nógvar, nógvar ær spaserandi. Tær fara beina leið til træið at eta burtur av børkinum. Mamma næstan svór við og fór við ferð oman at reka hesar forbidnu ærnar burtur. Tá hon kemur út sær hon, at hon eigur allar ærnar sjálv........
Ærnar vóru komnar langt inn um mark, so her var onki at gera, hon mátti reka ærnar úteftir aftur, men onki hjálpti, tær vóru líka skjótar aftur.
Hvørt kvøld komu hesar ærnar, sum fingu navnið “Fylgið hjá Lítlu” inn at eta burtur av jólatrænum. So eitt kvøldið blinkar og flimrar øgiligt við jólatræið og við eitt vekk er alt bølamyrkt. Og mamma fer út at vita hvat er á vási. Allar ærnar eru vekk, uttan ein, sum var prikkuta Mona, hon hevði vavt annað afturbeinið um leidningin, soleiðis at hon hevði hálað stykkið úr.
Men hesin trupulleikin er ikki meira, ti sum tit vita er Skálabygd vetrarfriðað nú.
Og nú til nøkur minni, sum hava við jól, jólatrø og hesa myrku tíðina at gera.
Eg minnist hvussu spennandi eg helt tað vera, tá jólafest skuldi vera í Meinigheitshúsinum. Her hugsi eg um tað gamla meiningheitshúsið. Har kom eitt stórt jólatræ at liggja uttanfyri, í hesum eyðkenda netinum og tað virkaði øgiliga stórt. Viðhvørt sá eg tá lastbilurin kom við trøunum til meiningheitshúsið og til skúlan og eg skundaði mær út at síggja, meðan teir loraðu træið av við meinigheitshúsið.
1

Jólafestin í Meinigheitshúsinum var altíð 2 jóladag. Og vit børn vóru so spent og so pent pyntaði. Jólatræið stóð mitt í salinum uppiá og benkur útivið. Jólaevangeliið var lisið, jólasøga lisin, sálmar og sangir sungnir, dansað varð um træið og so komu jólamenninir beint áðrenn vit fóru heim. Jólapakki við mandarin, ingrid marie súreplum og karamellum og kanska einum trýkantaðum sunkisti í. Tá høvdu jólamenninnir skort, men hóast tað, so vóru teir veruligir fyri mær nógv tey fyrstu barnaárini.
Eg havi nógv góð minnir frá fleiri jólafestum, eisini tá eg bleiv eldri.
Jólahaldið í fimleikarhøllini í skúlanum, tí skúlanum sum stóð beint við har sum hesin skúlin stendur nú, var nakað heilt serligt og sjarmerandi. Hvør flokkur hevði sína uppgávu, onkur sang, onnur spældu krubbuspæl, onkur sjónleik og sketchur o.s.fr. Ein av teimum elstu flokkiunum bjóðaðu okkurt úr eini skál, sum gekk runt millum áskoðararnar, sum eg minnist tað vóru tað sjokulátapuntar, sum vóru saman tveir og tveir og so nakrir puntar av mandarinum, sum vóru eitt sindur skortnaðir av at liggja í skálini.
Eitt, sum situr fast í minninum hjá mær er, tá okkara flokkur, saman við flokkinum undir okkum, vit sum eru fødd í 1975 og 76, skuldu siga jólaevangelið. Vit stóðu við bókstøvum, gjørdir úr pappi og beklæddir við stanioli, sum tilsamans bleiv til GLEÐILIG JÓL. Hvør næmingur hevði sítt vers at siga. Eg minnist, at eg skuldi siga “Men eisini Jósef, fór úr Galileu, úr bygdini Nasaret, niðan til Judeu, til Davids bygd, sum eitur Betlehem, tí at hann var slektaður av Dávids húsi og ætt”. Summi vóru nervøs og høvdu ein lepa at hyggja at, um tey skuldu staðið føst, men tey flestu dugdu tað uttanat. Í tí yngra
1

flokkinum gekk ein genta, sum bar brek og ikki megnaði tað sama sum vit, hvørki fakliga, mentalt ella kropsliga. Men hon var við og vit vóru góð við hana. Tá hetta jólaevangeliið bleiv lisið var hon eisini við. Hon stóð síðst og hon hevði ein lepa í hondini. Á lepanum stóð AMEN við stórum bókstavum. Og hon segði amen, hon megnaði tað og eisini í júst røttu løtu. Amen merkir “soleiðis er tað, tað standi eg við”. Hon var sera stolt og glað um at vera við og vit vóru so glað hennara vegna.
Eitt annað barnaminni eg havi av Skála er, tá vit plagdu at skreiða vetrarkvøldini. Tá var fasta skreiðibrekkan hjá okkum “kaibrekkan”, sum vit kallaðu hana. Tað var áðrenn hendan brekkan her bleiv skreiðibrekka. Eg minnist tað, sum at tað vóru nógv børn úti og ofta vóru stór børn uppií. Vit gjørdu tok og so fóru vit øll omaneftir kaibrekkuni.
Eg minnist meg tvær ferðir hava fingið nýggja sledu. Fyrru ferð fekk eg eina bláa sletu, sum eg sjálv slapp at keypa úr Ekko ella Prima. Mín var serstøk, tí hon var blá, tey flestu áttu reyðar sletur. Men hendan sletan bleiv beinanvegin hol, tí eg fór at royna hana í bønum omanfyri garaguna hjá okkum. Eg rendi á ein markarpela, sum gjørdi hol á sletuna. Eina aðru ferð fekk eg eina sletu í jólagávu, hendan var silvurlitt við bremsum og tað var ógvuliga sjáldamt tá. Tað serliga við hesi jólagávuni var, at hon ikki lá undir trænum, men undir songini hjá mær sjálvari. Og hon bleiv pakkað upp aftaná allar hinar pakkarnar.
Og so er ikki at gloyma skoytingina. Tá bar til at skoyta á vegnum, tí vegirnir vórðu ikki saltaðir. Vit áttu eisini sparkara og vit fingu nógvar tímar at ganga úti í kavanum. Vit lógu ofta á trappuni á gomlu losjuni og hugdu upp í loft og tosaðu. Viðhvørt var stjørnuklárt og tað kom meir enn so fyri, at vit sóu okkurt stjørnuskot. Tá ráddi um at ynskja okkurt beinanvegin.
Summi dugdu væl at standa á skoytum og dugdu at gera kynstur, tað dugdi eg ikki. Og summi vóru ógvuliga djørv. Tey eldru børnini og tey ungu hingu aftaná bilum og knallertum. Ungir dreingir komu við
1

sínum yamaha fS1’um og puchum og genturnar óku á skoytum aftáná. Tað var ikki heilt vandaleyst. Tíbetur hendi onki.
Tá eg var barn, vóru eisini smáting at gleðast um. Hóast eg ikki eri so øgiliga gomul. Eitt, sum eg minnist sera væl var, tá tey gingu hús úr húsi og seldu jólakalendaran hjá deyvafelagnum. Tekningin á jólakalendaranum var altíð so hugnalig. Mamma segði okkum, at tað var ein deyvur maður í Gøtu, sum hevði teknað tekningina. Hugnalig kavaklædd bygd við spælandi børnum, sum skreiddu, stóðu á skíum og bygdu kavamenn. Ljós í kirkjuni, skúli og so hetta vakurt pyntaða jólatræið mitt í bygdini. Eg kundi sita leingi og hyggja at hesum vakra jólakalendaranum og eg ynskti at eg búði í Deyvabygdini.
Vit siga, at børn í dag eru so forlangandi og fáa ov stórar gávur o.s.fr. og tað kann væl vera at tað partvís passar. Men tað eru vit vaksnu sum sjálvi gera tað so. Tað eru vit sum keypa gávurnar. Tað er okkara uppgáva at royna at skapa tey góðu virðini og nøgdsemi aftur. Eg vildi ynskt, at vit kláraðu tað, men flestu av okkum fylgja bara við streyminum.
Tó, so er tað ikki longri síðani enn í gjár, at eg gelddist um at børn eisini gleðast um tað “smáa”. Ein drongur hevði hatta arkið, sum er komið í hvørt hús frá “í menniskum góður tokki” og “barnabata” við í barnagarð..... Har tú kanst vinna okkurt og ein tekning er at lita á hinari síðuni... Hetta arkið var eydnan fyri dagin....og tað gjørdi, at eg fór at hugsa um jólakalendaran hjá deyvafelagnum...tí er tann søgan við her.
Skálafólk eru eitt fólk, sum duga væl at finna uppá og duga væl at hugna sær saman, í hvussu er tað, sum eg kenni til. Her hugsi eg um tey tiltøk, sum hava verið og eru í bygdini. Tað hevur verið nokkso væl blandað við virkseminum, sum t.d. við tí virkseminum, sum var í losjuni og tá motiónsflogbóltsfólkini plagdu at hava hugnakvøld og undirhald. Í sunnudagsskúlanum, meinigheitshúsinum, Nerija og í kirkjuni er nógv virksemi. Lat meg líka skoyta uppí....Tað er ongastani so vakur sálmasangur, sum í Skála Kirkju, kanska eri eg innhabil, men lat tað fara. Ítróttarfelagið hevur eisini eitt ógvuliga
1

stórt og tíðandi virksemi. Nýggjársnevndin, Skálanevndin, sum varðar av hesum tiltakinum, Fríøkið við Prestá, Bátafelagið, Pensjonistarnir, Fornminnafelagið. Nýggjar og gamlar fyritøkur, handilin, skúlin, barnagarðurin.... Sikkurt nógv afturat, sum eg ikki veit um. Her er nógv at nevna, sum skapar trivnað og er at gleðast um.
Men tað sum er aktuelt akkurát í dag eru “jól á Gamlavegi”. Tað er eitt sooo hugnaligt tiltak, sum eg vitji á hvørjum ári. Um eg minnist rætt, so byrjaði tað spakuliga einaferð fyri nógvum árum síðani við at barnakórið sang og hevði eina jólasølu í Múllershúsi á gamlavegi. Síðani er tað broytt og er blivið størri við árunum, hóast korona hevur forstýrað eitt sindur í seinastuni.
Í dag og hesi seinastu árini, er hetta tiltakið lagt saman við at jólatræið verður tendrað og jólamenn koma við brandbilinum, hornorkestrið spælir og Fornminnafelagið bjóðar kakao og bollar. Hetta er eisini eitt óføra hugnaligt tiltak.
Og so aftur til jólatræið. Tað stendur her og lýsir so vakurt í myrkrinum.
Og tað fær meg at minnast á tað sum Hassi, svigerabbi mín í Kollafirði, sum var klokkari og deknur plagdi at siga. “Jólatræið er grønt alt árið”. Tað lýsir í myrkrinum og tað sigur ikki so lítið......
Vit kunnu tulka tað soleiðis at Jesus er tað grøna træið, sum lýsir í myrkrinum ella..... at tað er praktist at velja eitt træ, sum er grønt og í fullum blóma hesa árstíðina og ljósini gera tað hugaligari og hugnaligari í hesi myrku tíðini.
Tað sleppa tit sjálvi at avgera...
Við hesum er jólatræið á Skála tendrað. Gleðiliga advent.
1

Seinastu tíðindi

27. mars 2024
Mass Hoydal
26. mars 2024
Eyðun Rasmussen
26. mars 2024
Hitt á Glyvrum
25. mars 2024
Sæunn Lamhauge Nolsøe fyrsti kommunu­stjóri í Runavíkar kommunu