Kunngerð um broyting av Býarplaninum fyri Runavíkar Kommunu

01. oktober 2021

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi hin 2. september 2021 og 30. september 2021, hevur samtykti broytingar í býarplaninum fyri Runavíkar kommunu.

• Broyting av býarplaninum fyri C27 økið í Skálafirði
Ætlaða fótbóltshøllin verður tikin búrturúr C27-økinum
Uppskot til broyting av býarplaninum í Skálafirði

• Broyting av býarplaninum á Hjallavegi/Norðurhædd í Saltangará
Matr. nr. 146ab, 146ad og 146af, Glyvra bygd, verða broytt frá E2-øki til B5-øki.
Uppskot til broyting av býarplaninum í Saltangará

Broytingarnar í býarplaninum eru til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í
tíðarskeiðnum frá 4. oktober til 15. november 2021 og á heimasíðuni www.runavik.foMøgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 15. november 2021.

Runavíkar býráð

Seinastu tíðindi

17. oktober 2021
Í húsi Guðs eru vit livandi steinar
13. oktober 2021
Spillivatn
08. oktober 2021
Venzil 100
05. oktober 2021
Kurteisisvitjan í Kristianiagøtu í Keypmannahavn