Burturbeining av teldum á ruskplássunum

01. oktober 2021

Áðrenn tú letur tína teldu ella farteldu inn á ruskplássið, skalt tú umhugsað um persónligir upplýsingar eru á harddiskinum.

Tú kanst taka harddiskin úr og oyðileggja hann, við eitt nú at stinga eitt skrúvublað ígjøgnum hann. Hetta er fyri at verja tínar persónligu upplýsingar, sum kunnu verða á harddiskinum. Harddiskurin kann síðani latast í reyða posa til IRF ella inn á ruskplássið, sum elektronikk burturkast.


Hvat hendur við teldum og farteldum, sum verða latnar inn á ruskplássið?

IRF avheintar og sendur tær til endurnýtslu uttanlands, har evni, sum metal, stál, kopar, plast og glas verður tikið úr til endurvinningar.

IRF kannar um harddiskar eru í, og syrgir fyri at teir verða tiknir úr og endurvunnir.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
19. apríl 2024
Vinnarar­nir av ársins skrivikapping
19. apríl 2024
Orðaskifti í Løkshøll í Runavík mánakvøldið 22. apríl
18. apríl 2024
Ruddingardagur 2024 - Fá kommununa at skína til Mentan­arvikuna