Skeytini verða nú útskrivað

27. september 2021

Í mars mánaða í ár handaði stjórin í felagnum Articon Runavíkar kommunu útstykkingina suður frá Hórheiðum á Skála. 27 grundstykkir. Av góðum grundum hava tey áhugaðu fregnast eftir skeytunum, og í morgun fekk kommunan í posti at vita frá Umhvørvisstovuni, at nú er umsíðir klárt at senda teimum, sum ætla at byggja í nýggju útstykkingini, skeytini. Farið er undir at avgreiða málini, og næstu dagarnar vera skeytini umsøkjarunum í hendi.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
23. apríl 2024
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu er skotin væl í gongd
22. apríl 2024
Móðurmálið og vitlíki - á hvørjum máli samskifta vit? - BEINLEIÐIS
22. apríl 2024
Vinnarar­nir av skrivikapping­ini 2024