Rudda Føroyar 2021

21. september 2021

Tann 18. September vóru tvey størri ruddingarátøk í kommununi. Annað var í Funningsfirði og hitt á Skipanesi. Ruddað var fram við sjóvarmálanum og har var nógv fingið av skafti.

Sagt varð úr Funningsfirði, at á teimum støðunum, sum tey hava ruddað hini árini, var minni rusk at finna í ár. Tað vísur, at tað ger góðan mun at rudda.

Skipanes var við fyri fyrstu ferð og har var nógv rusk tikið upp. Har varð sagt, at tey ikki fingu tikið alt ruskið, og tí er fjøran í Skipanesi vælegnað til at verða við aftur næsta ár.

Soleiðis var ruskið uppbýtt:

Funningsfjørður: 1500 kg brennbart og 167 kg jarn

Skipanes: 920 kg brennbart og 3 kg jarn

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík
23. apríl 2024
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu er skotin væl í gongd
22. apríl 2024
Móðurmálið og vitlíki - á hvørjum máli samskifta vit? - BEINLEIÐIS