Sovið verður ikki á beinunum

18. september 2021

Røða, sum Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, flutti fram, nú móttøka var fyri Bakkanesi á Glyvrum seinrapartin í dag.

Nógvir gagnligir lutir skulu ganga upp í eina hægri eind, um eitt samfelag skal røkka einum støði, har vit øll - í størstan mun - trívast í gerandisdegnum. Táið onki kemur av ongum, ella av sær sjálvum, er umráðandi, at fleiri kjarnufunktiónir, eftir á leið somu kós og við trivaligari ferð, eftir fleiri streingjum, virka fyri støðugari menning í staðbundna økinum og í landinum. Samfelagið er vorðið nakað meiri fjøltættað, enn tá ið Christian Jacobsen í Niðristovu á Glyvrum í 1880 - á hesum svæði  - tók yvir handilin frá sváginum Sámal Jákupi Rasmussen. Tá var ikki so frægt sum ein skúli í bygdini - tíansheldur annað samfelagsberandi alment virksemi. Hinvegin svam sild á fjørðinum og fiskur í sjónum. Høvuðs- og tænastuvinnur, skúlar, dagstovnar, frítíðartilboð og so frameftir hava onkursvegna gingið hond í hond fram eftir menningarslóðini. Kommunan hevur eftir førimuni lagt undirstøðukervi í ymsum brigdum, viðhvørt saman við landsins myndugleikum. Vegir, bryggjur, ravmagn og samfelagsstuðlandi stovnar hava borgararnir lagt rygg til og borga fyri – hetta eru lunnarnir – og á hesi undirstøðu hevur tað verið upp til evnir, skapan og virkisfýsni hjá einstaklingum og samtøkum at byggja land.
 
Handlarnir gjørdust av nógvum orsøkum snúningsásir í Føroyum – teir víðkaðu eisini sítt virksemi út um byrjandi mørk - og líka síðan byrjað var at handla um hesar leiðir, í 1871, hevur nógv virksemi, meiri og minni, verið kring um Niðristovugarðin og her á Bakka. Ein heimsgitin skrivandi eygleiðari, sum av familierum orsøkum vitjaði heilt nógv um hesar leiðir, var rithøvundurin Jørgen-Frantz Jacobsen. Ímillum mangt annað sigur hann: “Abba var bondesøn fra Glibre. Hans mor var fra Lamhauge, og således har vor familie relation til den Heinesønske slægts hovedlinje. Gården på Glibre var ikke stor, men slægten derinde har gennem generationer udmærket seg ved overordentlig åndslivlighed, kløgt og relativ oplysning. Det er først hos de nulevende slægtled at dette har sat sig i form af en vis lad, men overlegen satire. De gamle var uhyre arbejdsomme.” Skaldið hevur kanska verið ávirkað á ferðum sínum um hesar leiðir, tí í einari samrøðu í donskum blað, tók William Heinesen soleiðis til um skyldmannin, teir vóru slektaðir aðrar vegir: “Mine digte interesserede han sig ikke meget for. I det hele taget var han ikke en glubende læser af litteratur sådan som jeg og Christian Matras var det. Jørgen-Frantz påstod, at han var åndeligt selvforsynende.” Ivaleyst sagt í spølni, men kortini ein ábending um andaligt yvirskot og trivaligt sjálvsálit.
 
Vit, á mínum aldri - nú vóru og eru vit eisini næstu grannar - hava verið eygnavitni til gongdina alt síðan virksemið varð skipað í felagnum Bakkafrost. Í 1968. Ótaldar eru tær tímalønir, sum vit ungdómar forvunnu okkum eftir skúlatíð í sildini, - tá var tað bara sild. Veidd á fjørðinum, keypt í Skotlandi og oyggjunum á teimum leiðum og seinri frá nótaskipum. Vaktirnar vóru langar – skúlaskapurin kanska tað lakari – og tað kundi koma fyri, at ein maltøl frá Føroya Bjór var við til at spenna kroppin uppaftur eina løtu, eftir at møðin hevði gjørt innrás og var kropin inn undir húðina.
 
Vinna, sum framleiðir matvørur úr livandi tilfeingi er í serstøðu – tað ber ikki altíð til at skrúva sjuntin á flutningsbandinum eftir vild. Natúran ræður fyri, nær rávøran er tøk. Sveiggj koma í av hesum – og hesi hava korini hjá føroyskari vinnu og húsarhaldunum verið aftur til landnámið. Fellisár í landbúnaðinum, ring grindaár – og svikaligur fiskiskapur. Aðrar tíðir vignaðist tað heldur frægari. Bakkafrost hevur, sum øll onnur, eisini livað undir hesum korum.
 
Síðan vit saltaðu sildina niður í tunnur, slerdu tær til og lakaðu, og onkur legði ein part av rávøruni flakaskorna í gløs, er mangt og mikið farið fram. Mikil menning. Í dagligari talu er fyritøkan Bakkafrost nú vorðin ein alirisi, ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum. Sildin er ikki álitið longur – nú er tað laksurin. Tá komið var undir bjálkan – nationala støddarmarkið – leitaðu tey uttanlands fyri at víðka um ræsurnar. Kom at hugsa um góðu løturnar, táið vit lossaðu sildatunnur upp úr Marité og øðrum skipum úti á kei´uni, sild keypt og saltað í tunnur hjá grannunum sunnanfyri - í Mallaig, Ullapool og Stornoway, sum komu inn á Bakka til virkingar. Og nú bleiv tað sum við fjallinum og Muhamed. Tá Skotland ikki fekk komið hendanvegin, mátti Regin við fylgi fara til Skotlands. Tað verður ekspanderað og vónandi fer hendan føroyska íløgan, uttanfyri egin landamørk, at vignast betri enn tað mangan hevur gjørt áður í útrásini, helst tí at fyrireikingarnar hava verið í lakara lagi og fæið ov tepurt.
 
Umframt at vera alirisi er Bakkafrost nú eisini vorðið eitt lutfalsliga stórt útgerðarfelag í landinum við fleiri størri og minni skipum og bátum. Hetta er ikki fyrsta ferðin, at vit taka ímóti skipum á Bakkabrúnni, bara í mínari kortu tíð sum leiðtogari kommununar. Tað er stór hending, tá tað legst til í flotanum, visuella staðfestingin av áræði, rørslu og virksemi. Hesaferð keypt skip til ávíst endamál – umvælt á føroyskari skipasmiðju. Sum skilst er skipið í mestan mun ætlað til nýggjara partin av felagsins virksemi í Skotlandi.
 
Við hesum er hundurin ikki hálvbardur. Sum tey flestu helst vita, stendur ein nýbygningur hjá felagnum í gerð í Turkalandi. Hann kemur eftir ætlan inn á fjørðin einaferð í fyrra helmingi av 2022. Tá hendan ætlanin kom í spargament, varð greitt, at atløguviðurskiftini við verandi Bakkabrúgv ikki fóru at rúma honum. Býráðið gjørdi skjótt av og fekk Landsbyggifelagið at neyvætla eina bryggju, sum kundi hýsa nýggja skipinum í komu. Verkfrøðingur varð settur at tekna, og tá bjóðað var út, lá byggifelagið J&K Petersen best fyri í svinginum í kostnaði, og fóru teir alt fyri eitt undir at fyrireika og at fremja arbeiðið. Í góðum samstarvi við allar partar, eisini Bakkafrost, verður nýggja Bakkabrúgvin klár at taka í nýtslu longu í heyst. Soleiðis ræður um at arbeiða hvør eftir øðrum – umráðandi er, at vinstra hond veit, hvat ið høgra hond ætlar.
 
Dagsins samfelag er, sum sagt í byrjanini, væl meiri fjøltættað enn táið handil á fyrsta sinni lat upp um hesar leiðir. Vinnan er ein ógviliga vitalur partur av samfelagnum – yvir tíð fáa vit ikki keypt meiri í útlondum enn vit útflyta fyri – men onki her í verðini stendur einsamalt uppi longur. Vælferðarsamfelagið er ein kompleksur og girðin lutur. Alt og øll eru treytað av hvørøðrum. Verða børnini ikki ansað, sleppur ongin til arbeiðis, eru handverkarar ikki tøkir tá ástendur, kemur kinkur í maskinaríið og er kommunan hjá borgarunum bara ein neyðarsligur mýrivongur, sum nóg illa sleppur á flog, so verður neyðuga undirstøðan ikki løgd. Í grundini ein góð samanseting av samfelagnum, men alt er treytað av viskisfýsni – á øllum mótum.
 
Um hesar leiðir hevur ikki verið sovið á beinunum – hjartaliga til lukku við “Bakkanesi.”
 
Takk fyri høvi at bera fram hesa kvøðu.
 

Seinastu tíðindi

27. mars 2024
Mass Hoydal
26. mars 2024
Eyðun Rasmussen
26. mars 2024
Hitt á Glyvrum
25. mars 2024
Sæunn Lamhauge Nolsøe fyrsti kommunu­stjóri í Runavíkar kommunu