Summarkvøld við Toftavatn mikukvøldið 16. juni kl. 18

14. juni 2021

Mikukvøldið 16. juni kl. 18 er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá. Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.

Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði.

Í ár hugleiðir Niclas Johannesen, Niclas og Lena framføra. Eisini verða felagssangir sungnir.

Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og okkurt at drekka verða at fáa ókeypis.

Mint verður á Koronatilmælini!

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
19. apríl 2024
Vinnarar­nir av ársins skrivikapping
19. apríl 2024
Orðaskifti í Løkshøll í Runavík mánakvøldið 22. apríl
18. apríl 2024
Ruddingardagur 2024 - Fá kommununa at skína til Mentan­arvikuna