STROK & Píka7

10. mai 2021

Virkna forlagið Bókadeild Føroya Lærarafelags (BFL) hevur í mong ár givið út barnabløðini STROK og Píka7. Á seinasta fundi í mentanarnevnd Runavíkar býráðs var eitt av málunum á skrá, at kommunan letur øllum skúlaungdómum hennara hesi bæði bløðini ókeypis, soleiðis, at allir næmingar frá nulta til sjeynda flokk fáa bløðini ókeypis 7 ferðir um árið. Tikið var einmælt undir við hesum á býráðsfundinum hin 28. apríl.
 
Løgtingið hevur veitt átakinum stuðul, og um kommunurnar eisini gerast partur av hesi ætlan, kann hetta gerast ein dyggur málsligur og førleikagevandi grundvøllur hjá ungdómum okkara.
 
BLF skrivar í einari fráboðan:
 
“Høvuðsendamálið við bløðunum og heimasíðunum er at geva børnum viðkomandi og spennandi tilfar úr teirra egna gerandisdegi, um teirra áhugamál og - ikki minst - á teirra egna máli.
 
Hetta er ein týdningarmikil uppgáva, sum eingin annar loysir fyri okkum.
 
Tað eru í stóran mun børn og ung, sum skriva til og seta sín dám á Píka7 og STROK. Yngsti ummælarin er í løtuni 7 ár, og elsta blaðfólkið er 18 ár.
 
Vit eru sannførd um, at børn og ung sjálvandi vita best, hvat børn og ung vilja lesa. Børn duga so nógv ymiskt, og Píka7 og STROK er pallurin, har tey kunnu sleppa at royna seg.”
 
Vónandi verður átakið ungdóminum og móðurmálinum til frama.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
12. apríl 2024
Runavíkar havn 2023
10. apríl 2024
Stongt verður fyri vatninum í Søldarfirði
08. apríl 2024
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu