Ruddingardagur verður leygdagin 8. mai

06. mai 2021

Runavíkar kommuna heitir, aftur í ár, á allar borgarar um at taka lut í árligu ruddingini og á tann hátt verða við til at fríðka um heimstaðin.

Morgunmatur verður, sí hvar niðanfyri. Aftaná fara vit at rudda.

Starvsfólk frá verkstaðnum á Lambareiði, undir leiðslu av Jógvan Christiansen tlf. 237055, syrgja fyri, at ruskið verður heintað í samstarvi við IRF.

 

Ruskið

Vit vilja heita á øll um at skilja ruskið soleiðis:

·         Alt smátt rusk til at brenna, kann koyrast í posarnar

·         Stórir lutir at brenna, skulu í ein bunka fyri seg

·         Jarn skal liggja fyri seg

·         Um tit finna dunkar við olju ella líkandi, so skal hetta stillast við vegin

Posarnir og ruskið skulu leggjast á eitt sjónligt stað á ein av teimum størru vegunum, so at tey, sum heinta ruskið, hava lætt við at síggja, hvar ruskið liggur.


Morgunmatur verður á hesum støðum kl. 9.00, og har kunnu posar og handskar heintast fram til kl. 13.00:


Æðuvík – í missiónshúsinum – Karhild Davidsen er samskipari tlf. 219281

Rituvík – á spæliplássinum – GG! Morgunmatur er kl. 10.00 - Súsanna Debes er samskipari tlf. 263620

Runavík, Saltangará og Glyvrar – niðri á Støð á Glyvrum, har bátafelagið á Bakka heldur til – Bátafelagið á Bakka er samskipari  tlf. 218788

Lamba og Lambareiði – í skúlanum í Lamba - Bárður Højgaard er samskipari tlf. 221328

Søldarfjørður og Skipanes – á spæliplássinum í Søldarfirði - Petur Hansen er samskipari tlf. 508575

Skála – í ítróttarhøllini á Skála – Heidi Niclasen er samskipari tlf. 269614

Skálafjørður – í gamla skúla – Ása Hansen er samskipari tlf. 515858

Oyndarfjørður – í skúlanum í Oyndarfirði - Ingeborg Klein er samskipari tlf. 744370

Funningsfjørður – í skúlanum í Funningsfirði – lokalnevndin er samskipari tlf. 216630, 250107, 219122

Elduvík – í skúlanum í Elduvík - Dánial Martin Hansen er samskipari tlf. 582505

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
19. apríl 2024
Vinnarar­nir av ársins skrivikapping
19. apríl 2024
Orðaskifti í Løkshøll í Runavík mánakvøldið 22. apríl
18. apríl 2024
Ruddingardagur 2024 - Fá kommununa at skína til Mentan­arvikuna