Kloakk - Temadagur 19. mai 2021
Vælkomin til tema-dag hjá Runavíkar kommunu, har vit hyggja at nýggjastu tøkni og arbeiðshættum innan skráseting og renovering av leiðingum til drekkivatn, regnvatn ella spillivatn.
Serfrøðingar koma at leggja fram og vísa hands-on, hvussu vit best kunnu renovera leiðingar, uttan at tað er neyðugt at grava niður á leiðingina.
Við nýggjari tøkni ber til at skráseta og gera støðumetingar av leiðingum og harvið verða til reiðar at endurgera leiðingar, áðrenn støðan gerst kritisk.
Tekniskur leiðari fyri Runavíkar kommunu fer at greiða frá, hvussu arbeitt verður á hesum økinum. Fyritøkan Fílurin fer at vísa, hvussu leiðingar vera fóðraðar, og fyritøkan Aarsleff fer at vísa, hvussu ein stór regnvatnleiðing undir høvuðsvegnum verður fóðrað.
DTVK kemur at greiða frá TV-inspektionsmodulinum, og Munin fer at greiða frá, hvussu talgild skráseting kann virka fyri, at allir aktørar hava eina felags og dagførda mynd av støðuni.
Málbólkur: Temadagurin er fyri kommunur, vinnu og ráðgevar og annars teimum, ið hava áhuga og
arbeiða við kloakkviðurskiftum.
Tilmelding: Tilmelding umvegis www.atgongumerkid.fo ella við at senda teldupost til runavik@runavik.fo í seinasta
lagi sunnudagin tann 16.05.2021.
Stað: Runavík
Prísur: Luttøkugjald fyri ein dag kr. 1.800,-
Skeiðstilboð – keyp av Fotomanual kr. 800,- (Vanligur prísur kr. 1500,-)
Fotomanualin er hondbókin fyri DTVK TV-inspektión.
Grundað á koronareglur, er ikki avgjørt um dagur 2 verður gjøgnumførdur, men um tað eydnast ,verður boðað frá til teir, sum hava meldað til luttøku 19. maj.
Luttøka fyri bæði dag 1 og 2: kr 2.400,-
Skrá 19. mai 2021
08.30-09.00 Morgunmatur
09.00-09.15 Borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen bjóðar vælkomin
Tekniskur leiðari Marita S. Hentze sigur nøkur orð um temadagin.
09.15-10.00 Kloakkin í Runavík bleiv talgild v/ Sigrid Dalsgaard & Marita S. Hentze
- Hvussu byrjaði tað
- Spillivatnsætlan fyri Runavík
- Skráseting av digitalum TV-data í GIS
10.00-10.30 Munin v/ John Zachariassen
- Hvørjar tænastur bjóðar Munin
- Hvussu stuðlar Munin arbeiðinum við skráseting í GIS-skipanini
10.30-11.00 Kaffisteðgur
11.00-11.30 Den Danske TV-inspektionsmodel v/ Claus Vangsager - DTVK
- DTVK – kontrolordning
- Forankring i DI Dansk Byggeri
- DANVA samarbejde
11.30-12.00 De 6 manualer i DANVA v/Peter Hjortdal – Aarhus Vand (møguliga via Teams)
- Fotomanualen
- Brøndmanualen
- SBTV
Navnevejledningen
- Funktionsindeks
- Acceptkriterier
12.00-13.15 Døgurðasteðgur
13.15-13.30 Koyring til Worksite (vit skipa okkum í bólkar)
13.30-15.45 Vælkomin til Worksite
Worksite 1) Fílurin v/ Leif Egholm
DTVK TV-inspektion
Worksite 2) Fílurin v/ Gudjón Egholm
Punktreperatión av leiðingum
Worksite 3) Per Aarsleff v/ Flemming Andersen
Opgravningsfri renovering af kloak
Fóðring av leiðing – Vegundirføring
15.45-16.00 Vit taka samanum
16.30- Nátturði og netverkan, Skótahúsið við Løkin
DAGUR 2 – 20. maj 2021 (verður bert um koronareglunar loyva tí)
08.30-09.00 Morgunmatur
09.00-09.15 Vælkomin dagur 2
Marita S. Hentze, tekniskur leiðari hjá Runavíkar kommunu, bjóðar vælkomin
09.15-12.00 Skeið i Fotomanualen v/Peter Hjortdal
Gjøgnumgongd og fatan av Fotomanualen
Manualens opbygning
Observationskategorier
12.00-13.15 Døgurðasteðgur
13.15-13.30 Koyring til Worksite
13.30- Vælkomin til Worksite
Gjøgnumgongd á Worksite hevur útgangstøði í tí, sum er gjøgnumgingið fyrrapartin í sambandi við Fotomanualen
Worksite 1) Fílurin v/ Leif Egholm
DTVK TV-inspektion
Worksite 2) Fílurin v/ Gudjón Egholm
Punktreperatión av leiðingum
Worksite 3) Per Aarsleff v/ Flemming Andersen
Opgravningsfri renovering af kloak
Fóðring av leiðing – Vegundirføring
15.30-16.00 Vit takka fyri í dag