Temadagur - Fokus á kloakkviðurskiftir 19. mai

26. apríl 2021

Tann 19. mai verður tema-dagur hjá Runavíkar kommunu, har vit hyggja at nýggjasta tøkni og arbeiðshættum innan skráseting og renovering av regn- og spillivatns leiðingum.

Serfrøðingar koma at leggja fram og vísa hands-on hvussu vit best kunnu renovera leiðingar, uttan at tað er neyðugt at grava niður á leiðingina.

Við nýggjari tøkni ber til at skráseta og gera støðumetingar av leiðingum, og harvið verða tilreiðar at endurgera leiðingar, áðrenn støðan gerst kritisk.

Tekniskur leiðari fyri Runavíkar kommunu fer at greiða frá, hvussu arbeitt verður á hesum økinum. Fyritøkan Fílurin fer at vísa, hvussu leiðingar vera fóðraðar, og fyritøkan Aarsleff fer at vísa, hvussu en stór regnvatnleiðing undir høvuðsvegnum verður fóðra.

DTVK kemur at greiða frá TV-inspektionsmodul, og Munin fer at greiða frá, hvussu talgild skráseting kann virka fyri, at allir aktørar hava eina felags og dagførda mynd av støðuni.

Temadagurin er fyri kommunur, vinnu og ráðgevar og annars teimum ið hava áhuga og arbeiða við kloakviðurskiftum.


Endalig skrá og møguleiki fyri tilmelding kemur seinni í vikuni. 

Seinastu tíðindi

16. mai 2021
Frítíðar­húsið Elsa Súsanna
15. mai 2021
Kloakk temadagur í Løkshøll 19. mai
14. mai 2021
Ein er tíðin at dansa
14. mai 2021
Runavíkar havn 2020