Mentanarvikan í Runavíkar kommunu sett á flaggdegnum

21. apríl 2021

Sunnudagin 25. apríl kl. 15 verður skipað fyri flaggdagshaldi í Runavík. Samstundis verður stóra vikulanga mentanarvikan í Runavíkar kommunu sett.

Sum vant verður flaggdagshaldið við Skótahúsið við Løkin. Skótar og ítróttarfeløg ganga skrúðgongu, og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, býður vælkomin og setir mentanarvikuna 2021. Síðani heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, flaggdagsrøðuna. 

Aftaná verður ein drekkamuður í skótahúsinum, og høvi verður at spæla tombola og kondibingo, sum skótarnir skipa fyri.

Skráin fyri mentanarvikuna er at finna á visitrunavik.fo og her: Skráin - Mentanarvika 2021

Visit runavík

Seinastu tíðindi

16. mai 2021
Frítíðar­húsið Elsa Súsanna
15. mai 2021
Kloakk temadagur í Løkshøll 19. mai
14. mai 2021
Ein er tíðin at dansa
14. mai 2021
Runavíkar havn 2020