Vega- og gøtunøvn

14. apríl 2021

Í nýggjum útstykkingum, og har sum størri broytingar henda í undirstøðukervinum, er neyðugt at seta nøvn á vegir og gøtur. Ein bólkur av skikkaðum fólki virkar í slíkum málum ráðgevandi í mun til kommununa, og í hesum førinum snúði tað seg um at seta nøvn á undirstøðuna í nýggju útstykkingini í Leitinum og á Rókalandinum, nú broytingar eisini vera gjørdar í ferðslumynstrinum í hesum økinum - serliga eftir at Eysturoyartunnilin lat upp fyri ferðslu.

Á býráðsfundinum hin 25. mars tók býráðið einmælt undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og ráðgevandi bólkinum í vega- og gøtunøvnum. Á myndunum síggjast nøvnini - og hvar tey eru plaserað landafrøðiliga.

Seinastu tíðindi

27. mars 2024
Mass Hoydal
26. mars 2024
Eyðun Rasmussen
26. mars 2024
Hitt á Glyvrum
25. mars 2024
Sæunn Lamhauge Nolsøe fyrsti kommunu­stjóri í Runavíkar kommunu