Kunngerð um latin taðingarloyvi

07. apríl 2021

Sambært kunngerð nr. 72 um taðing frá 29. mai 2012, sum broytt við kunngerð nr. 11 frá 18. februar 2020 hevur Runavíkar kommuna latið taðingarloyvi.

Skála: Hagin uttan Gjógv, matr.nr. 545a

Taðingarloyvi  játta fyri økið omanfyri landsvegin á Skála, frá Prestá og inn til markið við Innan gjógv á matr.nr. 545a frá 17/3-2021 til 15/10-2021.

Taðingarmongdin skal verða í mesta laggi 62,5 tons/hektar fyri alt tíðarskeiði. Tøð verða sprænd frá vegnum

 

Oyndarfjørður: matr.nr. 13a

Taðingarloyvi er játtað fyri matr.nr. 13a í Oyndarfirði. Taðingarmongdin er í mesta lagi 200 tons frá 24/3-2021 til 15/10-2021


Elduvík: Múlahagi, matr.nr. 232

Taðingarloyvi er játtað til mat.nr. 232, Elduvík frá 24/3-2021 til 15/10-2021 Taðingarmongdin skal verða í mesta lagi 62,5 tons/hektar fyri alt tíðarskeiði. Tøð verða sprænd frá frá vegnum, bæði oman eftir og niðan eftir.

 

Rituvík: matr.nr. 264a

Taðingarloyvi er játtað fyri matr.nr. 264a í Rituvík frá 30/3-2021 til 15/10-2021. Taðingarmongdin skal í mesta lagi vera 200 tons í tíðarskeiðnum. Frástøðan til vatnverkið skal verða minst 50 m. Frástøðan frá bústøðum skal verða minst 50 m.

 

Oyndarfjørður: Ognarhagin Vatnsdalur, matr.nr. 21 og 228a

Taðingarloyvi er játtað fyri matr.nr. 21 og 228a í Oyndarfirði frá 6/4-2021 til 29/5-2021. Taðingarmongdin skal í mesta lagi vera 37  tons í tíðarskeiðnum. Frástøðan til vatnverkið skal verða minst 50 m.

Seinastu tíðindi

16. apríl 2021
Jenny Petersen sett sum leiðari á Barna­verndar­tænastuni við Skálafjørðin
14. apríl 2021
Føroya mál á manna tungu
14. apríl 2021
Vega- og gøtunøvn
14. apríl 2021
Kunngerð um broyting av Býarplani­num á Skála og í Lamba