Kunngerð um latin taðingarloyvi

17. mars 2021

Sambært kunngerð nr. 72 um taðing frá 29. Mai 2012, sum broytt við kunngerð nr. 11 frá 18. februar 2020 hevur Runavíkar kommuna latið taðingarloyvi til hesi støð til tíðarskeiðið 15. mars til 15. oktober 2021. Markvirðið fyri loyvdu mongd av tøð er 62,5 tons/hektar. Felags fyri øll loyvini er umsøkjari fær taðið sprænt frá vegnum,

 

Funningur: Dyllurnar í Funningi matr.nr. 190a. Tann partin, sum er niðanfyri 250 m hædd. Frá 15. mars til 15. oktober 2021

 

Funningur: Hagapartin Botnar í Funningi matr.nr. 191a frá 15. mars til 15. oktober 2021

 

Millum Funningsfjør og Elduvík: Hagapartin Anfinnstovupart, matr.nr. 238 frá 15. mars til 15. oktober 2021

 

 

Lamba: Hvíturð í Lamba 90a frá 15. mars til 15. oktober 2021

 

 

Skála: Hagan uttan Gjógv omanfyri landsvegin matr.nr. 545a frá 17. mars til 15. oktober 2021

 

 

Skipanes/Søldarfjørður: Fram við landsvegnum niðan á Gøtueið frá  17. mars til 15. oktober 2021. Taðingarloyvi er ikki latið til markeraða øki fram við skipanesvegnum.

 

 

Øll krøv í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing, broytt við kunngerð nr. 11 frá 18. februar 2020 eru galdandi fyri taðingarloyvini.

Seinastu tíðindi

14. juni 2021
Summarkvøld við Toftavatn mikukvøldið 16. juni kl. 18
13. juni 2021
Kindergartens and after school clubs in Runavíkar Kommuna are closed from Monday 14th of June due to Føroya Pedagog­felag being on strike
12. juni 2021
Barna­garðar og frítíðarskúlar í kommununi steingja frá mánadeg­num 14. juni orsakað av arbeiðsteðgi hjá Føroya Pedagog­felag
10. juni 2021
Skørutýning