Hátíðarhald á Lambareiði

24. februar 2021

Hanus Heinesen er slektaður úr Hoygarðinum á Toftum. Hálvur glyvramaður - mamman úr Kálvhúsinum. Giftur og býr á Skála. Útbúgvin navigatørur. Í nógv ár var hann havnaumsjónarmaður við Skála havn, og síðan kommunurnar gingu saman í eina, hevur hann verið partur av Vegadeildini hjá Runavíkar kommunu.

Undantikið eitt styttri tíðarmál í farloyvi, eru tað fleiri enn 40 ár síðan hann byrjaði í starvi hjá Skála kommunu. Fyri fáum døgum síðan fylti hann 70 ár, og vórðu hesir marknapelar hátíðarhildnir á Lambareiði týsmorgunin. Borgarstjórin flutti fram røðu fyri Hanusi og handaði honum blómur og ein málning, málaður av Sámali Toftanes, sum gávu. Motivið var sjálvandi av Toftum.

Runavíkar kommuna takkar Hanusi hjartaliga fyri hesi 40 árini í kommunalari tænastu.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
19. apríl 2024
Vinnarar­nir av ársins skrivikapping
19. apríl 2024
Orðaskifti í Løkshøll í Runavík mánakvøldið 22. apríl
18. apríl 2024
Ruddingardagur 2024 - Fá kommununa at skína til Mentan­arvikuna