Grundstykkir til íbúðarbygging í Leitinum

10. februar 2021

Runavíkar kommuna bjóðar við hesum 7 grundstykkir í útstykkingini í Leitinum í Saltangará til sølu.

Grund­stykkini sum eru millum uml. 1.200 m2 og uml. 1.800 m2, tilsamans uml. 10.500 m2, eru ætlaði til bygging av íbúðum. 

Nýggja útstykkingin í Leitinum í Saltangará hevur 59 grundstykkir til sethús og 7 størri grundstykkir, ætlaði til íbúðarbygging. 

Útstykkingin liggur beint niðan frá miðøkinum í ­Saltangará/Runavík, við góðum gøtusambandi til skúla og ítróttarøki. 

Tak útbjóðingartilfarið niður her: Útstykkingin í Leitinum

Seinastu tíðindi

27. mars 2024
Mass Hoydal
26. mars 2024
Eyðun Rasmussen
26. mars 2024
Hitt á Glyvrum
25. mars 2024
Sæunn Lamhauge Nolsøe fyrsti kommunu­stjóri í Runavíkar kommunu