Kunngerð um broyting av almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu

03. februar 2021

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi hin 28. januar 2021, hevur samtykti broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.

Ætlaða broytingin er, at kap. IV, grein 2 í almennu byggisamtyktini verður broytt soleiðis at bilhús, hjallar, úthús v.m. á tilsamans 35 m2 kunnu verða bygd saman við sethúsum uttan telja við í nýtingarstignum

Broytingarnar í býarplaninum eru til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum

frá 4. februar til 18. mars 2021

 

og á heimasíðuni www.runavik.fo

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 18. mars 2021.


Runavíkar býráð

Uppskot til broyting av kap. IV, 2. gr. 4. stk í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar

Seinastu tíðindi

24. februar 2021
Hátíðarhald á Lambareiði
18. februar 2021
Mæla til at kóka vatni í Funningsfirði
15. februar 2021
Klippið trø og runnar framvið vegi
12. februar 2021
Manglandi vatn