HEIM

Lambareiði

Lambareiði er niðursetubygd frá 1878 og liggur náttúruvakurt í grønari líð nakað niðan frá sjónum.  Fáu og spjaddu húsini, ið nú liggja fram við landsvegnum, geva eina fatan av, hvussu niðursetufólkini hava búleikast, meðan tey hava tikið tungu tøkini at skapa sær liviumstøður á gróðrargóðum stað.
Niðast á bakkanum er atløgubryggja og hagani gongur grasklæddi bakkavegurin gjøgnum velta bøin niðan til húsini.

Kelda: visitrunavik