HEIM

Lamba

Lamba er gomul, søgulig bóndabygd, fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum.
Húsini liggja spjødd framvið vegnum í smølum grønum dali, har Dalá smýgur sær gjøgnum bøin og út á sjógv.
Við sjóvarmálan standa neystini niðanfrá vestarumegin, meðan støðin liggur eystarumegin ánna. Á kajuni stendur stórur steinur, sum sigst at vera íbygdur og tí varð standandi, tá lendingin varð gjørd.
Lambavík er kend fyri at vera staðið, har danska barkin Norska Leyva rak á land  nýggjárs-aftan í 1707. Koparplátur og ljóst barlastagrót sæst í sjónum, har hon sigst at vera farin. 100 mans vórðu bjargaðir av skipinum, harav ein teirra verður sagdur at hava yrkt kvæðið ”Norske Løve”. Skipsklokkan og modell av skipinum hongur í Havnar Kirkju.

Kelda: visitrunavik