HEIM

Kirkjugarðar

Í Runavíkar Kommunu eru kirkjugarðar, ið teimum bygdum, har kirkja er: á Glyvrum, í Rituvík, á Skála,  í Elduvík, í Oyndarfirði og í Funningi.

Niðanfyri sæst reglugerðin fyri kirkjugarðarnar í Runavíkar kommunu.

Reglugerð fyri kirkjugarðar

Í samband við jarðarferðir skal boðast frá til gravaran, Børge Lamhauge, tlf. 223603 skjótast møguligt, og áðrenn jarðarferðin verður kunngjørd.

Kommunan bjóðar líkbil um hetta ynskist. Neyðugt er at gera avtalu um, nær kistan skal koyrast. Líkvognurin v/Maggi Olsen tlf. 22 52 27 / 44 79 62.