HEIM

HTU – Heilsa Trygd og Umhvørvið

Endamál við HTU hjá Runavíkar kommunu, er at skipa heilsu, trygd og umhvørvi fyri starvsfólk í fastar karmar eftir ásetingum frá Arbeiðseftirlitinum.

Arbeiði byrjaði á várið 2013, tá starvsfólk vóru skipaði í trygdarbólkar. Síðani hava trygdarumboð og leiðsluumboð verið á skeið innan heilsu, trygd og umhvørvi.

Málið hjá Runavíkar kommunu er at áhaldandi bøta um heilsu, trygd og umhvørvi á starvsfólkaøkinum og fyri borgarar sum heild.

Nøkur av málunum fyri 2018:

  • Skipa fyri fyrstuhjálparvenjing á arbeiðsplássunum
  • Skipa fyri ergoterapeutiskari viðgerð og vegleiðing til starvsfólk innan barnaansingarøkið
  • Keyp og uppsetan av hjartastoytarum til Lamba, Æðuvík og Elduvík

Nøkur av málunum fyri 2016/2017:

  • Skipa fyri fyrstuhjálparvenjing á arbeiðsplássunum
  • Skipa fyri ergoterapeutiskari viðgerð og vegleiðing til starvsfólk innan barnaansingarøkið
  • Verkseta tilbúgvingarskipan fyri barnaansingarøki
  • Verkseta tilbúgvingarskipan fyri leiklut hjá Runavíkar kommunu
  • Mannagongd í samband við Supervision
  • Mannagong í samband við sjúku
  • Endurskoða sorgarætlan fyri barnaansingarstovnar
  • Keyp og uppsetan av tveimum hjartastoytarum

Nøkur av málunum fyri 2015/2016:

  • At øll nýggj starvsfólk hjá kommununi hava verið á skeið í eldsløkking.
  • At øll nýggj starvsfólk innan barnaansing fáa skeið í fyrstuhjálp til børn.
  • At hesi starvsfólkabólkar fáa fyrstuhjálparskeið: húsavørðar, forskúla-lærarar og námsfrøðingar, vaskifólk og bókavørðar.
  • Keyp og uppsetan av hjartastoytarum at uppseta í Søldarfirði og Rituvík.

Nøkur av málunum fyri 2013/2014:

  • At øll starvsfólk hjá kommununi hava verið á skeið í eldsløkking.
  • At øll starvsfólk innan barnaansing fáa skeið í fyrstuhjálp til børn.
  • At øll starvsfólk innan kommunala verkstaðið, vatnverkið, gravarin og Runavíkar havn fáa fyrstuhjálparskeið.
  • Keyp og uppsetan av hjartastoytarum til skúlar og ítróttaøki.