HEIM
01.10.2020

Rottutýning

Runavíkar kommuna hevur í nógv ár gjørt átøk fyri at týna rottu. Arbeiðið við at skráseta rotturfráboðanir talgilt roynir seg eisini væl. Aktingarmennirnir leggja áhaldandi stóra orku í arbeiði at týna rottu. Hetta arbeiði er fyri at fáa stovnin so langt niður sum til ber, og arbeiðið er í gongd alt árið.

Sum borgari kanst tú gera stóran mun við at boða kommununi frá, um tú sært rottu ella tekin um rottu.

Um tú hevur eina mynd av staðnum har tú hevur sæð rottu, kanst tú senda hana inn saman við fráboðanini. Hetta er ein stór hjálp fyri at vita, hvar fellan skal setast (myndin skal vísa t.d. hús/garð nærhendis, so at tað er lætt at finna).

Fráboðast kann við at ringja á tlf.  417000 ella við at skráseta fráboðanina her: fráboðan um rottu

Tað, sum tú sjálv/ur kann gera, fyri at minka um rottuvanda er, at:

  • ansa eftir, at eingin matur ella fóður verður liggjandi har høsn, gæs ella seyður verða fóðrað
  • tryggja, at rottur ikki sleppa til skrelliposan
  • ikki kasta mat út til likkur e.l.
  • tetta steinseting í kjallara
  • kanna, at tað ikki eru opnar rennur frá kjallara (hetta var rættiliga vanligt í húsum eldri enn 1960)