Femifagnaður í Løkshøll

Dagfesting:
03. mars 2026
Byrjar klokkan:
19:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
21:50

FEMIFAGNAÐUR Í LØKSHØLL

Týskvøldið 3. mars kl. 19.00 fagna vit kvinnunum við einum hugtakandi og virðisløntum heimildarfilmi um ein kvinnuligan iranskan borgarstjóra, sum hevur dirvi at broyta ótíðarhóskandi patriarkalskar siðvenjur í einum lítlum samfelag. Harumframt borðreiða vit við spennandi orðaskifti og góðum tónleiki. Í steðginum bjóða vit okkurt gott í góman.

Plátuaktuella Guðrið Hansdóttir fer at framføra tvey løg fyri okkum. Hon hevur nýliga givið út fyrsta staklagið "Oyralippan", av nýggju útgávuni.

Hvørjar tankar setir filmurin ígongd hjá okkum, og síggja vit kanska líknandi avbjóðingar ella loysnir í okkara egna samfelag? Hvussu hava føroyskar kvinnur tað anno 2026 og hvørji rák eru at síggja her heima?

Tær tríggjar kvinnurnar, sum fara at umrøða ymisk viðkomandi evnir í samrøðu við Barbaru Holm, journalisti og móttakara av Ársins Britu 2025, eru:

Sigrun Jónsveinsdóttir, sum starvast í Íverksetarahúsinum og er einasta kvinna í býráðnum fyri Runavíkar kommunu.
Guðrun Rógvadóttir, tann eina av 'Guðrun & Guðrun', sum í fleiri ár hava arbeitt við 'women empowerment' í Jordan.
Annika Magnussen Gaard, sóknarprestur í norðstreymoyar vestara prestagjaldi og hevur nógvar tankar um feministiska guðfrøði.

Skrá:
kl. 19.00 Filmur
kl. 20.35 Steðgur
kl. 21.00 Tónleikur & Orðaskifti
liðugt kl. 21.50

Tiltakið er fyriskipað av Kongshavnar Kvinnufelag, Bókasavninum við Løkin og Løkshøll. 

Um heimildarfilmin 'Stemplið hjá Saru':

Virðislønti og Oscar-tilnevndi heimildarfilmurin fylgir iransku Sara Shahverdi í sjey ár. Sara býr í einari lítlari iranskari oyðimarkabygd. Hon koyrir motorsúkklu, er djørv og øðrvísi enn hinar kvinnurnar. Tá hon verður hin fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í bygdini byrjar hon at merkja mótstøðu frá monnunum, tí hon leggur trýst á patriarkalsku siðvenjurnar og sjónarmiðini. Hon lærir kvinnurnar at koyra motorsúkklu og setir seg upp ímóti hjúnarbandinum millum ungar gentur heilt niður í 10 ár og eldri menn. Filmurin er hugtakandi og hevur fingið sera góða móttøku og vann m.a. World Cinema Jury virðislønina á Sundance festivalinum í ár.

Heitið 'Stemplið hjá Saru' sipar til týdningarmikla stemplið í bygdaráðnum, sum verður brúkt at vátta skjøl, tá politiskar broytingar verða framdar.
"broyting kann byrja við einari kvinnu á motorsúkklu" - Information
"ein av ársins týdningarmiklastu heimildarfilmum" - Cphculture

Kostnaður 150 kr (+10 kr avgjald)

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

18
februar
2026
Rithøvundasamrøða við Vónbjørt Vang
21
februar
2026
Skriviskeið
23
februar
2026
Rithøvundasamrøða við Marjun S. Kjelnæs
25
februar
2026
Søguløta á Bókasavninum við Løkin: Tel um grýlur, Álvur!