Human Forever - Heimildarfilmur & Orðaskifti

Dagfesting:
28. februar 2026
Byrjar klokkan:
19:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
21:00

Dokumentarurin "Human Forever" er ein søga um kærleika til mannaættina, sum menniskju við demenssjúku hava fortalt

Nógv umrøddi filmurin við avbera góðu ummælunum verður at síggja í Føroyum í februar 2026 – og framleiðararnir báðir, Teun Toebes og Jonathan de Jong, vera við til framførslurnar

25 ára gamli humaniteri aktivisturin,Teun Toebes, hevur eina missjón: 

– At betra um lívið hjá fólki, sum liva við demenssjúku

Í heili trý ár hevur Teun ferðast í 11 londum í fýra ymiskum heimspørtum, har hann hevur vitjað og eisini búð á fleiri demensheimum, m.a. í Danmark. Saman við góða vini sínum, Jonathan de Jong, ið er filmsframleiðari, hevur Teun kannað, hvussu demensur verður handfarin í ymsum londum og øðrum mentanum, og hvat vit kunnu læra hvør av øðrum fyri at framtíðin skal gerast bjartari og rúmligari fyri fólk, ið liva við demenssjúku. 

Burtur úr hesi ferðini kom dokumentarurin HUMAN FOREVER, sum hevði frumsýning í oktober 2023.

Síðan tá hevur dokumentarurin m.a. havt hægstu hyggjaratøl nakrantíð í Hollandi fyri hetta slagið av dokumentarum, eisini er filmurin sýndur í yvir 30 londum kring knøttin, og hann hevur vunnið fleiri virðislønir.

Í februar 2026 fáa vit her í Føroyum høvi at síggja dokumentarin, sum hevur fingið einastandandi góð ummæli. Og teir báðir, Teun Toebes og Jonathan de Jong, koma við til Føroya og fara at presentera filmin, eins og høvi verður at seta spurningar, aftaná at filmurin er vístur.

Human Forever verður vístur í Løkshøll tann 28. februar 2026 kl. 19.00. Filmurin hevur danskan undirtekst.

Kostnaður 125 kr (+10 kr avgjald)

Trailari sæst her:

https://youtu.be/Id6MiiSVRTU?si=K0xo8ZlONxUsthUV

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

03
desember
2025
Jólasøguløta á Bókasavninum við Løkin
04
desember
2025
Stokkakvøld á Skála bókasavni
07
desember
2025
Søguløta 2. sunnudag í advent
10
desember
2025
Jólasøguløta á Bókasavninum við Løkin