MAND OP! Skemtifilmur
Hesin danski skemtifilmurin Mand Op! snýr seg um ein bólk av monnum, sum hava fingið nóg mikið! Teir halda, at kvinnurnar hava fingið ov stórt vald og hava dominerað samfelagið alt ov leingi, tær hava yvirhálað menninar og gjørt teir óviljaðar barnleysar. Rasmus hevur tískil stovnað ein duldan undirgrundsbólk, sum ber heitið Mand Op!
Um dagin arbeiðir hann í einum yrkissambandi men um náttina eru hann og vinirnir í bólkinum 'frælsishetjur'. Teir kenna tað sum eitt kall at endurskapa skipanina frá góðu gomlu døgunum, tá menn høvdu vald og kvinnurnar áttu børn og vóru heimagangandi. Mand Op! bólkurin fer í herna móti sábankum, feministum og øðrum kynssvíkjarum, men teir missa tamarhaldið á øllum og ein hættislig hending tvingar teir at seta spurnartekin við alt. Eru teir farnir ov langt og til hvørja nyttu?
Eins og við hennara fyrru filmum varpar leikstjórin Frederikke Aspöck ljós á torfør og aktuel evni við svørtum humor. Filmurin De frivillige megnaði at skapa samhuga við tey fongslaðu og Mand Op! roynir at skapa samhuga við nútímans monnum. Ikki teirra gerðum men við einsemið og fánýtiskensluna, sum drívur teir.
Filmurin er 93 minuttir langur.
Kostnaður 90 kr (+8 kr avgjald)