Eitt Suð í myrkri

Dagfesting:
17. februar 2022
Byrjar klokkan:
20:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
21:00

Á konsertini bjóðar Suð tykkum á eina sansaliga ferð ígjøgnum lívið, har fyrra helvt verður í bølamyrkri og seinna helvt í hálvaskýming.  

Suð kemur at syngja kendan norðurlendskan tónleik.

Eydna Skaale kemur at bera fram skaldskap, meðan Husgaard Music fer at gera ljóðmyndir.

Pætur við Keldu kemur at hava klaverfylgispæl.

Í bølamyrkri verður sjónin burtur. Har verður einki ljós at hóma. So nú sleppa hinir sansirnir veruliga framat.

Kanska fert tú at duga at njóta tað. Kanska verður myrkrið ov svart fyri teg.

Kom og royn tað! Kanska fer sinnið at megna at sveima í svarta suðinum og geva tær eitt nýtt upplivilsi við nýggjum kenslum.

Ferðin varir ein tíma uttan steðg.

Kostnaður er kr. 250.

P. S. Innihaldið er tað sama sum á konsertunum, sum vóru í Spinnarínum í des. 2020.

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

27
januar
2022
Býráðsfundur
27
januar
2022
Lesiringurin hittist á Toftum
27
januar
2022
I Think You Are Awesome
02
februar
2022
Sambinding