Pandemiir seinastu 200 árini

Dagfesting:
26. oktober 2021
Staðseting:
Løkshøll

Hvat kunnu vit læra av at hyggja aftur í søguna eftir stóru farsóttunum og heimsfarsóttunum - td. pestin, sponsku sjúku, koppum, kolera og meslingum? Nýggir støddfrøðiligir frymlar geva okkum innlit í hvussu framtíðar farsóttir mennast - herímillum covid-19 farsóttin.
Fyrilesturhaldari: heimsfarsóttargranskari Lone Simonsen
Fyriskipari: Aarhus Universitet

Um fyrilestrarøðina
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt undir tonnina.

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

20
oktober
2021
Søguløta á Bókasavninum við Løkin
21
oktober
2021
Bindiskeið á Bókasavninum við Løkin
26
oktober
2021
Pandemiir seinastu 200 árini
26
oktober
2021
Stroymdur fyrilestur: Heimsfarsóttir seinastu 200 árini