Bókadagar 2025 - Skýming, samrøða & samljóð
Vælkomin til eina fjálga skýmingarløtu á Bókadøgum, har sjóneykan verður sett á norðurlendskan skaldskap og samanhald.
Vika 46 er norðurlendsk bókmentavika, og hetta vilja vit, føroysku bókasøvnini og Føroyar lesa gera vart við á bókadøgum.
Norðurlendska bókmentavikan er eitt upplestrartiltak, har somu norðurlendsku bókmentir verða lisnar upp í Norðurlondum. Evnið til vikuna er “Samanhald í Norðurlondum”. Bøkurnar, ið eru valdar í ár eru Ein hundur, ein ketta og ein mús eftir Bárð Oskarsson og Andvake eftir Jon Fosse.
Tiltakið er í tveimum. Vit leggja út við bókini Ein hundur, ein ketta og ein mús eftir Bárð Oskarsson. Paula Gaard og Kinna Poulsen fara at umrøða skaldskapin og listina hjá Bárði.
Seinni partur verður upplestur av bókini Andvake eftir Jon Fosse. Marna Jacobsen hevur týtt brot av bókini til føroyskt í sambandi við norðurlendsku bókmentavikuna, og hon lesur upp fyri okkum. Eisini fer Knut-Øyvind Hagen at lesa eitt brot á norskum.
Kom og uppliva megina í norðurlendskum bókmentum. Søgurnar, ið byggja brýr millum mál, menniskju og lond.
Fyriskiparar: Føroysku bókasøvnini og Føroyar Lesa
https://www.nlh.fo/?event=11830/i-skyming-nordurlendsk-bokmentavika