Stórt og Jólaligt Stuðulstiltak

Dagfesting:
16. november 2025
Byrjar klokkan:
15:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
17:30

Stórt og Jólaligt Stuðulstiltak

•    Sjúrður Skaale greiðir frá sínum vitjanartúri í Armenia.

•    Artak Beglaryan, fyrrverandi forsætisráðharri í Nagorno Karabakh, sum sjálvur mátti flýggja saman við 120.000 øðrum í september 2023, deilir sína rørandi søgu um flóttan.

•    Irina Hayrapetyan, armenskur klaverleikandi á Kongliga Leikhúsinum í Keypmannahavn, framførur verk eftir armenskum tónaskøldum umframt Bach, Chopin og Rachmaninov.

•    Kim Hartzner vísir videobrot um arbeiðið hjá Mission10forty í Armenia.

. . . 

Við tí ómetaliga stóra stuðlinum úr Føroyum hevur Mission10forty hjálpt fleiri túsund kristnum armenum úr Nagorno Karabakh. Saman hava vit tryggjað, at fleiri enn 10.000 armenarar úr Nagorno Karabakh hava fingið hjálp.

Tann sera torføra støðan hjá armensku flóttunum merkir, at tey framhaldandi hava stóran tørv á hjálp. Mission10forty hjálpir hesum familjum at tryggja sær inntøkur gjøgnum landbúnað. Eisini hjálpir Mission10forty fleiri hundrað børnum ið hava stórar sálarligar trupuleikar, orsaka av bombuálopum, kríggi og flýggjan.

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

15
november
2025
Bókadagar 2025 - Skýming, samrøða & samljóð
15
november
2025
Konsert - Sangur frá hjartanum
16
november
2025
Stórt og Jólaligt Stuðulstiltak
18
november
2025
STROYMDUR FYRILESTUR: Vitlíki - frá IT til samfelag