Big Bang og tað ósjónliga universið

Dagfesting:
09. mars 2021

Dimmevni og dimmorka eru áleið 95% av universinum, men vit vita í veruleikanum ikki hvat tað er. Uttan dimmevni høvdu vit, og lívið yvirhøvur, ikki verið til. Vísir tann nýggjasta granskingin í kosmologi hvat tað ósjónliga universið í veruleikanum er?

Vit vita, at universi byrjaði við Big Bang. Vit vita, at tað veksur skjótari og skjótari, men vit vita ikki við vissu hví. Mest sannlíka frágreiðingin er, at universið er fylt við dimmorku.

Vit vita eisini, at galaksir, herundir eisini Mjólkarvegurin, ongantíð høvdu verið til, um ikki universi eisini var fylt við dimmevni - eitt eksotisk slag av evni, sum er ósjónligt, men sum ávirkar umstøður sínar við tyngdarmátti. Uttan dimmevni vóru stjørnur og planetskipanir ongantíð skaptar, og vit, og lívið, høvdu ikki verið til.

Í løtuni vita vit, at dimmevni og dimmorka eru áleið 95% av øllum í universinum - men vit vita í veruleikanum ikki hvat tað er!

Til fyrilestrinum verður tú dagførdur um nýggjastu granskingina innan kosmologi, og vit hyggja at útlitunum fyri, um hendan gransking fer at geva okkum svar uppá, hvat tað ósjónliga universi í veruleikanum er.

Um fyrilesturhaldaran:
Steen Hannestad granskar í marknaøkinum millum astrofysik og partikkulfysikk. Heilt neyvt hevur hann í nógv ár arbeitt við at nýta astronomiskar observatiónir av størsta mátistokki í náttúruni - alt tað sjónliga universið - til at betra um okkara fatan av náttúrunar allarminstu byggilutum: Elementpartiklum.

Sum dømi var hann millum tey fyrstu í heiminum til at granska, hvussu man kann nýta observatiónir av hvussu stjørnubreytir og stjørnuhópar skapast í universinum, til at læra meira um teir bitlar, ið nevnast neutrino. Neutrinoir eru sera truplar at skilja, tí tær eru mestsum ómøguligar at máta í granskingarhølum - tildømis kunnu tær uttan trupulleikar ferðast ígjøgnum alla jørðina uttan at stoyta í nakað.

Steen Hannestad hevur skrivað fleiri poppulervísindaligar bøkur um sítt granskingarøki, og nýggjasta bókin er 'Universet' í bókarøðini 'Tænkepauser' frá Aarhus Universitetsforlag.

Hann hevur eisini fingið fleiri virðislønir fyri sína gransking í Danmark og øðrum londum, eitt nú Forskningsministeriets Eliteforsker-pris.

---

Fyrilestur: Big Bang og tað ósjónliga universið
Fyrilesturhaldari: Steen Hannestad, granskari í astrofysik og partikulfysik, Aarhus Universitet.
Mál: Danskt
Atgongd: Ókeypis

Onnur tiltøk

01
mars
2021
Søguløta á Skála
03
mars
2021
Søguløta á Bókasavninum við Løkin
06
mars
2021
Kroniska tarmsjúku?
06
mars
2021
Skriviskeið v/ Marjun S. Kjelnæs