Seinasta paradís á jørð

Dagfesting:
23. apríl 2025
Byrjar klokkan:
20:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
21:00

Sýning av filminum hjá Sakaris Stórá ' Seinasta paradís á jørð'

Eftir filmin fer Herman Eliassen at hava eitt prát við Sakaris Stórá.

"Seinasta paradís á jørð" er ein rørandi uppliving, ein løtumynd av einum heimi í broyting. Filmurin samantvinnar søguna, um lívið sum verkafólk í eini lítlari føroyskari bygd, við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum, tí unga Kára (Sámal H. Hansen) og systrini Silju (Bjørg B. Egholm). Í filminum roynir Kári, at finna sítt pláss í eini tilveru, har lívisins umstøður, kærleikin, vinir og samfelagsviðurskifti hála í hann.


Filmurin gongur fyri seg í eini broytingartíð, har færri og færri velja at vera búgvandi á smáplássunum. Men Kári er heimkærur. Hann trívist í tí einfalda lívinum í bygdini. Hann og systirin Silja syrgja í tøgn um mammuna, ið tey hava mist. Kári finnur troyst í arbeiðinum á flakavirkinum, meðan Silja stríðist við at megna skúlagongdina. Samstundis, sum pápi teirra (Hans Tórgarð) ikki megnar gerandisdagin í heiminum, og rýmir til skips og til tryggu og kendu karmarnar umborð. Men flakavirkið er hótt av at verða stongt, og við tí verður tilverugrundarlagið í bygdini broytt.


Tað er Sakaris Stórá, ið leikstjórnar. Hann fekk sítt gjøgnumbrot í 2017 við spælifilminum "Dreymar við havið". Men var áðrenn hetta nógv fagnaður fyri stuttfilmarnar "Summarnátt" og "Vetrarmorgun", umframt norska stuttfilmin "Passasjeren".


Sakaris hevur skrivað handritið í samstarvi við Tommy Oksen og Mads Stegger. Virðislønta Virginie Surdej er fotografur á filminum.

Filmurin er framleiddur av Jón Hammer fyri Kykmyndir og Adomeit Film við stuðli frá Danska Filmsgrunninum, FilmFyn, DR, og miðlaskránni hjá Creative Europe, Mentamálamálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Filmshúsinum.”

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

20
mars
2025
Bindiskeið á Skála bókasavni
25
mars
2025
STROYMDUR FYRILESTUR: Heilin
27
mars
2025
Býráðsfundur
27
mars
2025
Lesiringurin hittist á Bókasavninum við Løkin