STROYMDUR FYRILESTUR: Á ferð í Vetrarbreytini gjøgnum rúm og tíð

Dagfesting:
08. apríl 2025
Byrjar klokkan:
18:00
Staðseting:
Bókasavnið við løkin
Endar klokkan:
20:00
Beinleiðis stroymdur náttúruvísindaligur fyrilestur úr Aarhus universiteti. Kom við á eina ferð - bæði í rúm og tíð - runt í okkara stjørnuskipan, Vetrarbeytini. Hoyr ma. um tær milliardir av stjørnum, exoplanetum, gas- og støvskýggjum sum hon er gjørd úr. Vit fara eisini heilt inn til risastóra svarta holið sum liggur í mittuni av Vetrarbreytini. Fyrilestur v/ adjunkti í astrofysik Mia Sloth Lundkvist og professara í astrofysik Hans Kjeldsen

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilestrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar á høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.

Um Løkshøll ikki er upptikin til annað virksemi, verða fyrilestrarnir stroymdir har - og annars verður bókasavnið nýtt. Vit ganga tó altíð inn ígjøgnum bókasavnið. 

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

11
februar
2025
Rithøvundavitjan : Sólrún Michelsen
12
februar
2025
Kveikingarkvøld - monologar
13
februar
2025
Filmur: Vísdómur eydnunnar - friðarferðin hjá Dalai Lama
18
februar
2025
Søguløta á Bókasavninum við Løkin