Dropi ert tú - ein sangur um lívið

Dagfesting:
09. november 2024
Byrjar klokkan:
19:30
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
20:30

NÝTT VERK FRAMFØRT Í LØKSHØLL

Leygarkvøldið 9. november kl. 19.30 verður spennandi frumframførðsla av nýskrivaða verkinum "Dropi ert tú - ein sangur um lívið" í Løkshøll. Tað eru teir báðir, Pauli í Sandagerði og Sigmund Poulsen, sum hava samstarvað um nýggja verkið. Pauli hevur skrivað tónleikin fyri kvinnukór, strúkikvartett, klaver og bass, og Sigmund hevur skrivað orðini.

Pauli og Sigmund hava í fleiri førum samstarvað um tónlistaverk, og fyri fýrati árum síðani varð verkið "Jesus og Makedonarin" framført í Norðurlandahúsinum og útgivið á LP og framført í Danmark í 2003. Í 2011 varð verkið "Inifinitesimal Googol" framført, tá ið skúlin á Argjahamri varð tikin alment í nýtslu.

Í fleiri ár hava teir havt eitt ynski um at skriva fleiri verk saman og loksins sær enn verk dagsins ljós.

“Dropi ert tú- ein sangur til lívið” verður frumframført í Løkshøll 9. november kl. 19.30. Tey, ið framføra eru kvinnukórið Cantabile, Jóhannes Andreasen, klaver, Agnar Lamhauge, bass og ein strúkikvartett við Jón Festirstein, Atla Ellendersen, Angeliku Hansen og Tóra Restorff Jacobsen.

Soleiðis lýsir Pauli verkið:

“Verkið er eitt slag av tónlistarligari ringrás, har vatnsins ringrás – frá kelduni umvegis løkir, vøtn, áir, foss, hav og himmal og aftur í kelduna - verður lýst í tónlistarligum myndum.

Vit báðir, Sigmund Poulsen, hava í fleiri ár arbeitt við rúgvumikla verkinum (uml. 180 síður), og nógvar hava síðugøturnar verið.

Hugskotið um verkið spretti úr tankanum um at skriva eitt ”requiem”, og hesin tankin helt leingi á, men nógv eru ”requiemmini”, og vit funnu ongantíð røttu føroysku veltina at seta niður okkara listarligu gróðurkorn.

Lívið er ein ringrás, og vatnið er í ringrás. Lívið kom við vatninum, og lívið er í vatninum eins og vatnið er í lívinum. Her kundu við skapa eina mynd av lívsins ringrás, sum vit kenna so væl frá okkara egnu náttúru. Hugsanin er at skapa eina listarliga uppliving á sera høgum listarligum støði, har tónleikur, orð, ljós og stemningar renna saman í eina heild, so áskoðarin gerst partur av sjálvum verkinum.”

Atgongumerki á 225 kr (+avgjald) á loksholl.fo

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

09
november
2024
Dropi ert tú - ein sangur um lívið
09
november
2024
Dropi ert tú - ein sangur um lívið
11
november
2024
Filmur: Ljósbrot
12
november
2024
Stroymdur fyrilestur: Fortíðar- og framtíðarinnar náttúra