Stroymdur fyrilestur: Fortíðar- og framtíðarinnar náttúra

Dagfesting:
12. november 2024
Byrjar klokkan:
18:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
20:00

Beinleiðis stroymdur fyrilestur í náttúruvísindi frá Aarhus Universiteti.
---
Djóra- og plantumargfeldið er minkandi, men hví? Hvat kunnu vit gera fyri at bjarga hóttu djóra- og plantusløgunum? Fá meira at vita, tá íð Rasmus Ejrnæs, professari, Hans Henrik Bruun, professari, og Anne Eskildsen ph.d. fara at greiða frá tí hóttafalli, sum er komið á náttúruna, og hvussu hendan gongdin kann vendast.
---
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilestrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
---
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

09
november
2024
Dropi ert tú - ein sangur um lívið
09
november
2024
Dropi ert tú - ein sangur um lívið
11
november
2024
Filmur: Ljósbrot
12
november
2024
Stroymdur fyrilestur: Fortíðar- og framtíðarinnar náttúra