
Master-Class í sangi
Leygardagin 18. februar kl. 14.00-16.30 hava sangnæmingar og onnur, ið javnan fáa sangfrálæru, møguleika at melda seg til master-class við íslendska bass-bariton Andri Björn Róbertsson. Andri hevur nomið sær útbúgving innan sang á Söngskóli Reykjavíkur, umframt á Royal Academy of Music og National Opera Studio í London.
Sí nærri kunning um Andri her
Hvør næmingur velur frammanundan ein sang ella ariu at framføra saman við klaverleikaranum Ástríður Aldu Sigurðardóttir. Hvør næmingur fær áleið 20 minuttir, og partur av læringini er eisini at hoyra onnur framføra og fáa vegleiðing og góð ráð frá Andri.
Kostnaðurin er 300 kr fyri luttøkuna, og tá er eitt atgongumerki til konsertina hjá Andri og Ástríður sunnudagin kl. 16.00 við í prísinum.
Avmarkað pláss
Melda til við at skriva til urd@runavik.fo