Ruddingardagur 2022

Dagfesting:
21. mai 2022
Byrjar klokkan:
09:00
Staðseting:
Runavík
Endar klokkan:
13:00

Tann ljósa tíðin er komin, og plantulívið er so smátt byrjað at spíra. Summarið stendur fyri framman og flest øll eru meira uttandura.

Runavíkar kommuna heitir aftur í ár, á allar borgarar um at taka lut í árligu ruddingini, og á tann hátt verða við til at fríðka um heimstaðin.

Hesin dagurin er eisini eitt gott høvi at hitta grannar og vera saman um eitt felagsátak úti í náttúruni. Runavíkar kommuna heitir á borgararnar um at taka væl undir við tiltakinum.

Heitt verður á grannaløg um at skipa seg í økinum, har tey búgva.

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

21
mai
2022
Ocean Adventurer
21
mai
2022
Ruddingardagur 2022
25
mai
2022
Søguløta á Bókasavninum við Løkin
28
mai
2022
Spitsbergen