HEIM
Listen

Býráðsfundur 5. november 2020 kl. 17.00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Hans Jákup Johannesen,
Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo, Selinda í Heiðunum og Sæunn Ó. Hansen.

1

101/20: Fíggjarætlanin fyri 2021 - Fíggjarkarmrin

102/20:  1. viðgerð av fíggjarætlanini hjá Runavíkar kommunu fyri 2021

Fíggjarnevndin mælir til at tillaga fíggjarkarmin fyri 2020 til 236 mió. kr. í mun til 228 mió. kr., sum varð samtykt á býráðsfundi 3/9-2020.

Mælt verður til at samtykkja uppskotið til fíggjarætlan fyri 2021, sum javnvigar við 236 mió. kr.

Persóns-, partafelagsskattir                          198 mió. kr.

Eftirlønarskattur og og DIS/FAS                   38 mió. kr.

Útreiðslur:

Rakstur                                                              167,7 mió. kr.

Íløgur                                                                 56,5 mió. kr.

Rentur (rentuútr. 2,5 og rentustuðul 2,5       5,0 mió. kr.

Avlop           (avdráttir)                                       6,8 mió. kr.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020, við 1. viðgerð, samtykt uppskotið til fíggjarætlan fyri 2021 við einum skattaprosenti sum er 21,5% (sum er ein lækking við ¼ prosenti) og óbroyttum barnafrádrátti, sum er 8.000 kr.

 

103/20: Útreiðsluneutralar eykajáttanir fyri 2020

Talan er samlað um 11,5 mió. kr. av útreiðsluneutralum flytingum millum hesum rakstrarstøðum: Útstykkingin í Leitinum 7,5 mió., Høgabólsbryggjan 1,5 mió. og 2,5 Søldarfjarðar havn (grótflutningur), sum verður flutt frá óbrúktum játtanum: Bygningurin (við Heiðaveg 13) 0,5 mió., Bygningar 0,5 mió., Vetrarfriðing 0,7 mió., Vatnverk 2,5 mió., Grøn orka 0,4 mió., Spillivatn 2,3 mió. Vegir 0,6 mió., Runavíkar havn 1,5 mió. (íløga) og Søldarfj. Havn 2,5 mió.

-Fíggjarnevndin mælir til at flyta 11,5 mió. millum konti av omanfyri nevndu játtanum, sum útreiðsluneutralar eykajáttanir.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

104/20: Umsókn um alment loyvi til MC Barr

Politiið sendir umsókn frá MC Barr og Grill har søkt verður um endurnýggjan av almennum loyvi til bygningin á Heiðavegi 44 í Saltangará, til ummælis. Almenna loyvi er galdandi í 5 ár og gongur út í ár.

Tekniska deild og sløkkiliðsleiðarin hava sýnað bygningin og viðmæla umsóknini um endurnýggjan av almenna loyvinum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Umhvørvisnevndin mæla til taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Umhvørvisnevndini.

 

105/20:  Broytt virksemi í Vinnubygningi við Trøllaklett í Søldarfirði

Vinnubygningurin á Trøllakletti 43 stendur á leigugrundøki hjá Runavíkar kommunu. Eigararnir søkja nú um loyvi at broyta virksemið í bygninginum til eisini at umfata dekk- og oljuskift á bilum.

Kommunan hevur brúkt nógva orku uppá at fáa økið við Trøllaklett ruddað og mælir Tekniska deild frá, at bygningurin aftur verður brúktur til bilverkstað.

-Vinnu- og havnarnevndin og Umhvørvisnevndin mælir frá at játta umsóknini um at broyta virksemið í bygninginum til eisini at umfata bilverkstað.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Umhvørvisnevndini.

 

106/20: MC Barr søkir um bruna- og umhvørvisváttan

Í samband við umsókn um endurnýggjan av matstovu- og skeinkiloyvi til MC Barr og Grill í Saltangará, skal bygningurin góðkenna av brunamyndugleikanum við heimild í byggilógini og kunngerð um umhvørvisreglur.

Tekniska deild og sløkkiliðsleiðarin hava gjørt bruna- og umhvørvissýn og mæla til, at geva bruna- og umhvørvisváttan í samband við umsókn um skeinkiloyvi.

-Tekniska nevnd og Umhvørvisnevndin mæla tl at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og Umhvørvisnevndini.

 

107/20: Áheitan um friðing av parti av fjøruni á Skála

Borgarar á Skála hava sent umbøn um at friða ein part av fjøruni á Skála, sum er millum matr. nr. 364 og 366, og vísa á, at hetta er einasta øki av fjøru eftir í bygdini, sum ikki er bygt við neystum ella kajum.

-Byggi- og býarskipanin mælir til at taka undir við áheitanini um at friða økið millum matr. nr. 364 og 366 og somuleiðis at friða økið við Akkersvík og framvið Prestá á Skála.

-Málið hevur verið til ummælis hjá Staðbundnu nevndini fyri Skála- og Skálafjørð, sum mælir til, at økið/fjøran frá matr. nr. 366 norður til 364 Skála bygd og fjøran í Akkersvík verða útlagt sum fríøki í býarplaninum. Somuleiðis verður mælt til, at friða fjøruna í økinum við Prestá frá matr. nr. 470 suður til 486 Skála bygd.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at at økið/fjøran frá matr. nr. 366 norður til matr. nr. 364 Skála bygd og fjøran í Akkersvík verða útlagt sum fríøki í býarplaninum og at fjøran í økinum við Prestá frá matr. nr. 470 suður til matr. nr. 486 Skála bygd verður friðað.

 

108/20: Keyp av lendi til nýggjan vatnbrunn og reinsiverk í Oyndarfirði

Í samband við nýtt vatnverk í Oyndarfirði hevur kommunun gjørt avtalu við Ognarhaan Vatnsdalur um keyp av lendi til nýggjan vatnbrunn, reinsiverk og atkomuveg. Samlaða víddin er 1.130 m2 sum kommunan skal keypa til endamálið.

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Tekniska nevnd mæla til at keypa uml. 1.130 m2 av lendi frá Ognarhaganum Vatnsdalur til nýggjan vatnbrunn, reinsiverk og veg.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

109/20: Keyp av lendi í Oyndarfirði frá Ítróttarfelagnum

Oyndarfjarðar Ítróttarfelag søkir um at frábýta eitt uml. 1.700 m2 stórt øki burturav matr. nr. 26 til Ognarhagan Vatnsdal í Oyndarfirði.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

110/20: Umsókn um byggiloyvi til bilhús

Søkt verður um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 276ab smb. viðsendum tekningum og umsókn um frávik í mun til støddina av bilhúsinum.

Ætlaða byggingin er longri og hægri enn ásetingarnar í byggisamtyktini loyva uttan undantaksloyvi.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at játta umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

111/20: TN-bygging søkir um loyvi til parkeringsøki á Glyvrum.

TN-bygging søkir um loyvi at gera parkeringsbásar sunnanfyri bygningin á matr. nr. 105 á Glyvrum. til 6 parkeringsbásar.

Ummæli frá Teknisku deild: Tað er ikki í tráð við ferðslutrygdarætlanina, at allir parkeringsbásarnir hava útkoyring út á Glyvraveg. Tekniska deild mælir til, at nýggja Parkeringsøki verður broytt soleiðis, at tað bert verður ein 5m breið inn-/útkoyring til parkeringsøkið.

-Tekniska nevnd mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at Beina málið aftur í Teknisku nevnd.

 

112/20: Áheitan um ferðsluforðingar á Rituvíkarveg.

Borgari í Rituvík heitir á kommununa um at seta ferðsluforðing upp á Rituvíkarvegi tí bilarnir koyra ov skjótt og eru til ampa fyri trygdina.

Tekniska deild hevur í tíðarskeiðnum 9-18 sept. 2020 gjørt ferðsluteljing á vegastrekkinum sum vísir, at meðalferðin er 40km/t.  85% av bilinum koyra undir 49 km/t og 95% koyra undir 55,1 km/t. Max. ferð er máld kl. 06 á morgni til 82,3 km/t.

Tekniska deild metir ikki, at grundarlag er fyri at gera ferðsluforðingar vísandi til ferðsluteljingina, sum er gjørd á staðnum.

-Tekniska nevnd mælir frá at gera ferðsluforðingar.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at Beina málið aftur í Teknisku nevnd.

 

113/20: Umsókn um uppískoytisstykki á Glyvrum.

Búnaðarstovan sendir kommununi umsókn um uppískoytisstykki til matr. nr. 76 burturav matr. nr. 68a á Glyvrum til ummælis, har søkt verður um loyvi at víðka grundstykki við uml. 190 m2 fyri at betra um atkomuviðurskiftini.

Tekniska deild metir ikki, at atkomuviðurskiftini kunnu broytast uttan at ferðslan skal ígjøgnum grannaognina og broytir tí ikki uppá atkomuviðurskiftini. Tekniska deild mælir frá at játta umsóknini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Tekniska nevnd mæla frá at játta umsóknina.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

114/20: Mentanarstuðul – Heystið 2020

2 umsóknir komu inn í samband við útlutanina av mentanarstuðlinum í heyst.

-Mentanarnevndin mælir til at útluta tær 36.000 kr. sum eru eftir av játtanini í ár til tær báðar umsóknirnar, sum eru innkomnar.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

115/20: Umsókn um fíggjarligan stuðul.

Bygdafelagið í Skálafirði søkir um fíggjarligan stuðul til bygging av Bygdahúsi í Skálafirði.

-Fíggjarnevndin mælir til at játta 150 tkr. í stuðli til útbyggingina og at fíggja upphæddina av RS 611/6105 av (bygningspuljuni/nátthús)

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

116/20: Umsókn um fíggjarligan stuðul.

Bátafelagið á Bakka søkir um fíggjarligan stuðul til útbygging av húsum felagsins Niðri á Støð á Glyvrum.

-Fíggjarnevndin mælir til at játta 150 tkr. í stuðli til útbyggingina og at fíggja upphæddina av RS 611/6105 av (bygningspuljuni/nátthús)

 

117/20: Ársroknskapurin hjá Kongshavnar Havnarstýri fyri 2019

-Fíggjarnevndin mælir til at at góðkenna ársroknskapin hjá Kongshavnar Havnarstýri fyri 2019.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

118/20: Fíggjar- og íløguætlan fyri Skálafjarðar kommunala Sløkkilið fyri 2021

-Fíggjarnevndin mælir til at at góðkenna fíggjar- og íløguætlanina fyri Skálafjarðar kommunala Sløkkilið fyri 2021.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

119/20: Avtalan við Fíggjarmálaráðið um Fjøruvegin

Uppskot um avtalu millum fíggjarmálaráðið og Runavíkar kommunu um gerð og fígging av nýggjum Fjøruvegi, sum er sambinding millum landnyrðingsmunnan á Skálafjarðartunlinum og vegakervið í Runavíkar kommunu.

-Fíggjarnevndin mælir til at borgarstjórin fær heimild, vegna Runavíkar kommunu,  at undirskriva avtaluna um gerð og fígging av nýggjum Fjøruvegi.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

120/20: Ráðgevaraavtala um leingjan av bryggjuni á Bakka

Fyri at koma í gongd beinanvegin við fyrireikingunum, mælir Tekniska deild til, at geva umsitingini heimild at undirskriva sáttmála við Landsbyggifelagið um projektering av bryggjuni á Bakka og at játtað verður 900 tkr. í ár til arbeiðið.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum at játta 900 tkr. til RS 761 Bakkabryggjan, sum skal leingjast norðureftir. Játtanin verður fíggjað úr gjaldførinum.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

121/20: Regulering og asfaltering av havnarøki á Høgabóli

Í samband við leiguøki á havnalagnum er ein partur, uml. 2.000 m2 av økinum  ójavnt og ikki egnað at seta bingjur á. Havnarstjórin mælir til, at hetta arbeiðið verður gjørt beinanvegin, so økið kann brúkast optimalt. Arbeiðið er mett at kosta 800.000 kr.

-Vinnu og havnarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at játta 800 tkr. til RS 751, sum verður fíggjað úr gjaldførinum.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

 

122/20: Eykajáttan til útstykkingar í Saltangará og á Skála.

Tekniska deild metir, at meirútreiðslan av RS 635 útstykkingar verður 20 mió. kr. meira enn mett.

Talan er um útstykkingarnar Í Leitinum í Saltangará og á Hórheiðum á Skála.

-Fíggjarnevndin mælir til at fíggjað meirkostnaðin við útreiðsluneutralum flytingum (7,5 mió.) og úr gjaldførinum (12,5 mió.) kr.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

123/20: Meirjáttan til Eldrasamtakið Roðan fyri 2020

Roðin hevur boðað frá, at meirútreiðslan í 2020 væntandi verður 1. mió. meira enn mett, tá fíggjarætlanin fyri 2020 varð samtykt. Meirjáttanin kemur av fólkatalsregulering (bólkurin 67+) 700 tkr. og 300 tkr. orsaka av meirútreiðslum vegna korona.

-Trivnaðarnevndin og fíggjarnevndin mæla til eina eykajáttan til Roðan uppá 761 tkr., sum verður fíggjað úr gjaldførinum.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini og Fíggjarnevndini.

 

124/20: Eykajáttan til Vatnveiting og kavagrevstur

Meirútreiðslur hava verið til vatnveiting og kavagrevstur í mun til avsettu upphæddina á fíggjarætlanini, m.a. var neyðugt við munandi umlegging av vatnveitingini til útstykkingina á Hórheiðum, sum ikki vóru innroknaðar í tilboðið. Hendan upphædd var 1 mió. kr.

Mælt verður til at veita eykajáttan kr. 1.300 tkr. til RS 650 og 674.

-Tekniska nevnd og fíggjarnevndin mæla til at veita eykajáttan 1. mió kr. til vatnveiting RS 650 Vatnverk og 300 tkr. til RS 674 Kavagrevstur og at upphæddin verður fíggjað úr gjaldførinum.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og Fíggjarnevndini.

 

125/20: Eykajáttan til Renovatión

Tekniska deild metir, at meirútreiðslan til RS 710 Renovatión væntandi verður 1,2 mió. kr. meira enn avsett vegna nógv øktum rusknøgdum á ruskplássunum.

-Umhvørvisnevndin og fíggjarnevndin mæla til at veita eykajáttan uppá 1,2 mió. kr. til RS 710 Renovatión.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Umhvørvisnevndini og Fíggjarnevndini.

 

126/20:  2. viðgerð av umraðfesting av asfaltarbeiði á havnalagnum

300t krónur er avsettar á fíggjarætlanini fyri 2020 til asfaltering á havnarøkinum í Oyndarfirði. Arbeiðið er ikki byrjað.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við, at 300.000 kr verða fluttar frá játtanini til asfaltering á havnalagnum í Oyndarfirði til bátahylin á Skála.

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini um flyting av játtan frá asfaltering á havnalagnum í Oyndarfirði til asfaltering við bátahylin á Skála.

-Býráðið hevur, við 1. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini um flyting frá játtanini til asfaltering á havnalagnum í Oyndarfirði, verður flutt til havnalagið á Skála.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Fíggjarnevndini.

 

 

127/20:  2. viðgerð av eykajáttan til Talgildu Føroyar

Runavíkar kommuna hevur í eina tíð verið í samráðingum við Fíggjarmálaráðið um verkætlanina “Talgildu Føroyar”

-Fíggjarnevndin mælir til, at Runavíkar kommuna gerst partur av Talgildu Føroyum og at fíggingin verður avgreidd í 2020.

-Býráðið hevur á fundi 24/9-2020 samtykt, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2020 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.