HEIM

Býráðsfundur 31. oktober 2018 kl. 17

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum

Varalimir: Elnar Rasmussen og Annfinnur Garðalíð

Ikki møtt: Jonhard Danielsen, Hans Jákup Johannesen og Helgi L. Petersen

 

 

102/18: 1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri Runavíkar kommunu 2019

Fíggjarnevndin mælir til at tillaga fíggjarkarmin fyri 2019 til 216,5 mió. kr. í mun til 213,5 mió. kr., sum varð samtykt á býráðsfundi 6/9-2018 og mælir til at samtykkja uppskotið til fíggjarætlan fyri 2019, sum javnvigar við 216,5 mió. kr.

Inntøkur:

Persónsskattur                                    160,0

Partafelagsskattur                                24,0

Eftirl. skattur, DIS og FAS                 32,5

Útreiðslur:

Rentustuðul                                           2,5

Fíggjarkostnaður                                16,0

Rakstur                                              152,4

Løgur                                                   45,6

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini

 

103/18 Útreiðsluneutralar eykajáttanir

Fíggjarleiðarin mælir til at gera hesar útreiðsluneutralar flytingar á fíggjarætlanini fyri 2018:

1.       av RS 540 á RS 110     70 tkr Felagskom. útreiðslur

2.       av RS 633, 661, 660, 670, 672 á RS 650     850 tkr (vatnverkætlan á Heiðavegi)

3.       Reguleringar, tá HTU (RS 120/122) og Rottutýning (RS 710/712) fingu egin RS

4.       Kontoreguleringar á RS 262, 410/412, 619/633, 660 og 591

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá fíggjarleiðaranum til útreiðsluneutralar eykajáttanir í 2018.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini

 

104/18 Eykajáttan til rakstrarkonti

16,9 mió. kr. eru avsettar á RS 751 Runavíkar Havn. Metta útreiðslan í 2018 til bryggjuna, Fjøruvegin og rampan eru 21,4 mió., sostætt resta 4,5 mió. kr. í og verður mælt til at veita hesa upphædd sum eykajáttan í 2018.

Har umframt resta 2,39 mió. í framroknaða raksturin á RS 120, 130, 416, 530, 620 og 622.

-Fíggarnevndin mælir til at veita eykajáttan áljóðandi 6,890 til íløgur og rakstur.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini

 

105/18: Umsókn um grundstykki til neyst í Æðuvík

Umsøkjari søkir um at keypa neystagrundstykkið matr. nr. 34g, sum liggur sunnan fyri røðina av neystunum í Æðuvík.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at matr. nr. 34g verður flutt norður ímóti matr. nr. 34f og síðan játtað umsøkjaranum.

 

-Vinnu- og havnarnevndin hevur tvey tilmæli til málið, ein minniluti mælir til at játta umsóknini, meðan ein annar minniluti mælir til, at grundstykkið verður strikað, tí tað hevur ikki samband við lendingina og dráttin og tí ikki er ein nátúrligur partur av neystaøkinum.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina.

 

106/18: Sp/f Rókin søkir um byggiloyvi til virkisbygning á Rituvíkshálsi

Sp/f Rókin søkir um at byggja ein 980m2 stóran vinnubygning á matr. nr. 47d á Rituvíkshálsi, harav 800 m2 av bygninginum er 8m høgur og restin 4,8m.

Tilmæli frá Teknisku deild: Grundstykkið liggur í D31-vinnuøki á Rituvíkshálsi. Sambært ásetingunum kann hæddin í mesta lagi verða 6,5m.

Tekniska deild mælir til at geva loyvi at byggja 8m høgan bygning og at geva loyvi til eina innkoyring frá Rituvíkarvegi við ávísum treytum og at málið um vegíbindingina verður beint í Teknisku nevnd.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild um at játta byggiloyvi og at málið um íbinding í Rituvíkarveg verður beint í Teknisku nevnd til viðgerðar.

 

107/18: Uppskot til serstaka byggisamtykt á Glyvrum í samband við bygging av nýggjari kirkju

Tekniska deild mælir til at halda fast við serstøku byggisamtyktina og saman við mótmælum og fráboðanum frá Yvirfriðingarnevndini og Tjóðsavninum, at senda uppskotið til Heilsu- og innlendismálaráðið til endaliga góðkenning.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Tekninsku deild.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt við 8 atkvøðum fyri og 1 ímóti
at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

108/18: Áheitan frá skálfirðingum um at broyta bygdarnavnið.

Áheitan er komið frá skálfirðingum, undirskrivað av 80 av íbúgvunum (ikki allir myndugir), at bygdarnavndi verður broytt aftur frá Skálabotnur til Skálafjørður.

-Byggi- og býarskipanarnevndin og mentanarnevndin mæla til at skipa fyri fólkaatkvøðu millum íbúgvarnir í Skálafirði/Skálabotni um bygdarnavnið og at málið verður tikið upp við myndugleikan “Staðarnavnanevndina”.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt at um at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Mentanarnevndini.

 

109/18: Endurskoðan av avtaluni um Serflutning í Eysturoy

Trivnaðardeildin mælir til, at játtanin til busskoyring verður flutt til øki 490 “Bussleið” og at Roðin tekur sær av flutningstænastu fyri borgarar eldri enn 67 ár.

-Trivnaðarnevndin, Mentanarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðardeildini.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt at um at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndin, Mentanarnevndin og fíggjarnevndin.

 

110/18: Eldrafelagið Kumlá søkir um fíggjarligan stuðul til skiftan av takinum á felagshús teirra.

-Trivnaðarnevndin vísir á, at játtan ikki er tøk í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2019 og mælir til at samskifta nærri um virksemið og framtíðarætlanirnar hjá felagnum og hvønn leiklut kommunan møguliga skal hava á økinum.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt at um at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

111/18: Eldrafelagið Nón søkir um fíggjarligan stuðul til ábøtur á felagshús teirra.

-Trivnaðarnevndin vísir á, at játtan ikki er tøk í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2019 og mælir til at samskifta nærri um virksemið og framtíðarætlanirnar hjá felagnum og hvønn leiklut kommunan møguliga skal hava á økinum.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt at um at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

112/18: Eykajáttan til keyp av nýggjum saltara til kommunala vetrarhaldið.

Annað av akførinum til vetrarhald er uppslitið og ikki álítandi til ein kavavetur afturat. Mælt verður tí til, at peningur verður játtaður til keyp av einum nýggjum bili í verandi fíggjarári.

-Tekniska nevnd og fíggjarnevndin mæla til, at játtaðar verða 470t kr. til keyp av nýggjum bili/saltara.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt at um at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevd og fíggjarnevndini.

 

113/18 Ferðsluviðurskiftini við Glyvra skúla

Skúlastýrið mælir til at økja um ferðslutrygdina við Glyvra skúla tá børn verða sett av um morgunin og seinnapartin.

Tekniska deild hevur gjørt uppskot til betran av viðurskiftinum við avsetingarøki og mælir til, at verkætlanin verður framd.

-Mentanarnevndin mælir til at finna eina munagóða loysn sum skjótast og heitir á fíggjarnevndina um at játta pening til verkætlanini í 2018 afturat tí sum ætlanin er at seta av í 2019.

-Fíggjarnevndin staðfestir, at peningur er avsettur í uppskotinum til fíggjarætlan í 2019, men at fígging ikki er tøk í 2018.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt at heita á Teknisku deild um at koma við eini skipaðari ætlan um hvussu parkeringsøkið við Glyvra skúla kann skipast og at uppskotið verður lagt fyri Teknisku nevnd og Mentanarnevndini á fundinum í november.

 

114/18: Skálafjarðar kommunala Sløkkilið – fíggjarætlan fyri 2019

Gjaldið pr. borgara til SKS er ásett til 305,- kr og parturin hjá Runavíkar kommunu verður 1,2 mió. í 2019, sum er sama støði sum undanfarin ár.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2019 fyri Skálafjarðar kommunala Sløkkilið.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá.

 

115/18: Skálafjarðar kommunala Sløkkilið – Eykajáttan til umvæling av bygningi.

Leiðslan fyri SKS søkir um eykajáttan á 442t. kr. til umvæling og máling av brandstøðini á Mann á Skála, sum er keypt fyri kortum (442t. er parturin hjá Runavíkar kommunu).

-Fíggjarnevndin mælir til at játta 442t kr. til umvæling av brandstøðini.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

116/18: Skálafjarðar kommunala Sløkkilið – Eykajáttan til keyp av nýggjum sløkkibili til eystara arm av fjørðinum.

SKS søkir kommunurnar um eykajáttan til keyp av nýggjum stigabili, sum avloysara fyri 30 ára gamla bilin, sum ikki kemur at nøkta tørvið, sum liggur fyri framman.

SKS hevur fingið tilboð uppá nýggjan bil fyri 3,4 mió. kr.

Væntandi fíggingin er 1 mió. kr. og er parturin hjá RK 631t. kr. av hesum.

-Fíggjarnevndin mælir til at játta SKS 631t. kr. til keyp av nýggjum stigabili.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt at um at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

117/18: 2. viðgerð av eykajáttan til keyp av nýggjum bussi til Økistænastuna Roðan.

Bussurin hjá Roðanum er gamal og neyðugt er at skifta hann út og heitir stýrið fyri Roðan á kommunurnar um at veita eykajáttan til keyp av nýggjum bussi í hesum fíggjarárinum.

Parturin hjá Runavíkar kommunu er 268t kr.

-Fíggjarnevndin mælir til at veita Roðanum eina eykajáttan áljóðandi 268t kr. til keyp av nýggjum bussi og har umframt eina eykajáttan til regulering av gjaldinum fyri 2018 áljóðandi kr. 168t kr.

-Býráðið hevur á fundi 27/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt, við 2. viðgerð, at um at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

118/18: Broyting av býarplaninum á Glyvradali

Bakkafrost hevur ætlanir um at útbyggja smoltstøðina Yviri á Dal og heitir á kommununa um at broyta byggisamtyktina, við at leggja eitt størri vinnuøki á Glyvradali.

-Býráðið hevur á fundi 6/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini um at víðka vinnuøki á Glyvradali við einum nýggjum D43-vinnuøki.

Broytingin av byggisamtyktini hevur ligið frammi til alment eftirlit og er eitt mótmæli komið frá Búnaðarstovuni, sum mótmælir, at eitt so stórt øki verður broytt frá Landbúnaðarøki til vinnuøki.

-Tá tíðarfreistin at koma við mótmæli/broytingaruppskoti var úti, var eitt mótmæli innkomið. Tekniska deild mælir til, at B43-vinnuøki verður broytt, vísandi til mótmælinum frá Búnaðarstovuni, frá at verða uml. 100.000 m2 til at verða uml. 52.000 m2

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt at um at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.