HEIM

Býráðsfundur 31. januar 2019 kl. 17

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum.

Varalimir: Sæunn Ólavsdóttir Hansen, Annfinnur Garðalíð og Elnar Rasmussen

Ikki møtt: Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen og Jonhard Danielsen

 

1/19: Umsókn um vegsamband til sethúsini Heiðavegur 28, Saltangará

Eigararnir av matr. nr. 233m heita á kommununa um at gera vegatkomu til sethús teirra frá matr. nr. 246s.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at geva loyvi til atkomuveg úr grótbrotinum, treytað av at kommunan ongar útreiðslur hevur av hesum og at projektið verður góðkent av kommununi, áðrenn arbeiðið verður sett í verk.

-Býráðið hevur á fundi 31/1-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

2/19: Miðbýarætlanin - Dagføring av gongubreyt framvið Heiðavegi

Eitt stig í miðbýarætlanini er at dagføra gongubreytina frá Hotel Runavík til Bónus, sum fevnir um miðbýarkjarnuna. Dentur verður lagdur á at skapa eitt hugnaligt og ferðslutrygt strekki framvið vegnum.

Tekniska deild mælir til, at hesin parturin av arbeiðinum verður sett í verk og fíggjað burturav játtanini til miðbýarætlanina.

-Byggi- og býarskipanarnevndin, Umhvørvisnevndin og Tekniska nevnd mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá nevndunum.

-Býráðið hevur á fundi 31/1-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini, Umhvørvisnevndini, Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.

3/19: Atkomurættur til matr. nr. 54a í Lamba

Í samband við marknaumskipan millum matr. nr. 54e og 55b í Lamba verður atkoman frá Lambavegi til matr. nr. 54a avskorðin. Søkt verður um, at nýggj atkoma verður lýst yvir matr. nr. 60, sum er vegurin til gamla skúlan.

Tekniska deild mælir til at góðkenna uppskotið um atkomurætt til matr. 54a frá vegnum til skúlan.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/1-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

4/19: Umsókn um neystagrundstykkir í Søldarfirði

Búnaðarstovan hevur sent umsókn um keyp av neystagrundstykkjum í Søldarfirði til ummælis. Talan er um øki ímillum matr. nr. 47t og 47u, har matr. nr. 47t verður víðkað suðureftir og restin býtt sundur í 2 grundstykkir, við einum geira ímillum. Økið, sum talan er um, er í býarplaninum útlagt sum D14-øki, sum er neystaøki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild og at umsøkjararnir sjálvir bera allar útreiðslur av verkætlanini, her undir eisini atkoma, vatn og kloakk v.m.

-Býráðið hevur á fundi 31/1-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini. Samtykt varð at kommunan keypir stykkið frá Búnaðarstovuni og selur víðari til umsøkjararnar (smb. fráboðan frá Búnaðarstovúni).

Áseting av keypsprísi fyri grundstykki til neyst verður lagt fyri býráðið á komandi fundi.

5/19: Broyting av byggisamtyktini viðv. ásetingum fyri neystaøki í kommununi

Tekniska deild mælir til at broyta ásetingina í byggisamtyktini fyri neystaøki soleiðis:

Neyst, sum standa í øðrum økjum enn neystaøkjum, kunnu, um býráðið loyvir tí, verða viðgjørd eftir ásetingunum fyri neyst.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at broyta ásetingina fyri neyst soleiðis:

Onnur viðurskifti: Neyst, sum standa í øðrum økjum enn neystaøkjum, kunnu, um býráðið loyvi tí, verða viðgjørd eftir ásetingunum fyri neyst.

-Býráðið hevur á fundi 31/1-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.

6/19: Framhald av útstykkingini á Hórheiðum á Skála

Fyrireikingarnar til byggistig I í nýggju útstykkingini á Hórheiðum við projektering av 17-18 grundstykkjum er í gongd, og arbeiðið at fyrireika framhald av útstykkingini er eisini byrjað. Í hesum sambandi er neyðugt at broyta býarplanin frá C21-øki (Alment endamál) til sethúsaøki áðrenn farið verður undir 2. byggistig.  Neyðugt er eisini at keypa nakað av lendið afturat til víðkanina.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at hildið verður áfram við fyrireikingunum av víðkanini av útstykkingini við Hórheiðar.

-Býráðið hevur á fundi 31/1-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

7/19: Uppskot til nýggja útstykking í Æðuvík

Tað hevur verið stórur áhugi fyri grundstykkjum í Æðuvík og nú er seinasta stykkið selt. Kommunan eigur eitt øki, sum er slætt og sær út til at verða lætt at fara í holt við. Tað fyriliggur ein skipanarætlan um víðkan av Lítlatúni við 7 grundstykkjum eystureftir.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at útstykkingin verður liðugt projekterað og gjørd klár til útbjóðing.
-Býráðið hevur á fundi 31/1-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

8/19: Broyting av byggisamtyktini í Funningi

Í samband við at kommunan hevur keypt eitt øki við kirkjugarðin í Funningi til bygging av einum arbeiðsskúri til kirkjugarðin, er neyðugt at gera eina býarplansbroyting fyri at kunnu leggja økið saman við kommunalu ognini, tí økini hava hvør sína áseting (eldri bústaðarbygging og kirkjugarður). Skeytið kann ikki avgreiðast fyrrenn økini hava somu áseting í byggisamtyktini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at broyta byggisamtyktina soleiðis, at uml. 200 m2 av matr. nr. 161 í Funningi verður broytt frá B41-øki til C39-øki.

-Býráðið hevur á fundi 31/1-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

9/19: Broyting av leigutaksti fyri bátalegupláss og leigulendi til bingjur.

Takstirnir fyri bátalegupláss og leigu av lendi á havnarlagnum eru ikki broyttir síðan 2002.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til, at taka undir við broytingini av reglugerðini og at takstirnir fyri bátalegupláss og leigu av grundøki undir bingjum verður broytt smb. uppskotinum soleiðis:

Prísbólkur 1 breidd 0-199, Fýramammafar og minni frá 550 til 1000 kr um árið

Prísbólkur 2 breidd 200-229 Seksmannafar frá 900 til 1800 kr um árið

Prísbólkur 3 breidd 230-259 Áttamannafar frá 1320 til 2000 kr um árið

Prísbólkur 4 breidd 260-289 Tíggjumannafar frá 1480 til 2500 kr um árið

Prísbólkur 5 breidd 290-319 Seksaringar frá 1800 til 3000 kr um árið

Prísbólkur 6 breidd 320-349 Deksbátar frá 3000 til 4000 kr um árið

Prísbólkur 7 breidd 350-389 5000 kr um árið

Prísbólkur 8 breidd 389- 6000 kr um árið

Leiga av øki undir bingju verður broytt frá 75 til 150 kr/m2 pr. hálvár.

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 31/1-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

10/19: Keldan í Skálafirði søkir um loyvi at taka vatn til orkuframleiðslu

Keldan søkir um loyvi at gagnnýta vatn úr Svínagjógv, Garðará og Øksnagjógv í Skálafirði til orkuframleiðslu.

Ummæli frá Teknisku deild: Runavíkar kommuna brúkar í dag Svínagjógv til drekkivatnsveiting. Goymslan í Skálafirði er 15-20 m3 og skal tvífaldast. Nýtslan í Skálafirði liggur um 5 m3/tíma.

Vatnverkið og Tekniska deild meta, at tørvurin hjá bygdini Skálafjørður kann nøktast við upplandinum sunnan fyri Garðará.

Tekniska deild mælir til, at Svínagjógv við upplandsøki suður til Garðará framhaldandi bert er ætlað til drekkivatnsveiting, fyri at tryggja góðsku og nøktandi vatnmongd. Tekniska deild kann viðmæla, at Keldan kann brúka Garðará og Øksnagjógv til orkuframleiðslu um Umhvørvisstovan gevur Kelduni loyvi til at taka vatn.

-Tekniska nevnd mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 31/1-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

11/19: Ferðsluviðurskiftini við Glyvra skúla

Ferðsluviðurskiftini við skúlan á Glyvrum eru ein avbjóðing í samband við av- og áseting av skúlabørnum. Fleiri uppskot hava verið frammi um betringar fyri at avvikla ferðsluna á ein tryggan hátt og mælir Tekniska deild til, at avgerð um detaljur í uppskot 1 ella 2 verður gjørt í samráð við trafiksikkerhedsrevisor og at biðja um viðmerkingar frá skúlastýri og skúlabussførarum til uppskotið.

-Mentanarnevndin og Tekniska nevnd mæla til at gera uppskot til endaliga loysn, sum nøktar tørvin og lýkur treytirnar fyri eini góðari loysn á ferðsluviðurskiftunum.   

-Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 31/1-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og Teknisku nevnd.

12/19: Verkætlan um staðarnøvn í Runavíkar kommunu

Í Runavíkar kommunu eru 15 bygdir og er ymiskt hvat gjørt er fyri at varðveita søgu og samleika hjá ymsu bygdunum. At hvørjari bygd er knýtt ørgrynna av staðarnøvnum og kann vandi verða fyri, at staðarnøvnini fara við teim eldur fólkunum, um tey ikki verða skrásett.

Mentanardeildin mælir til at gera eina verkætlan við staðarnøvnum í Runavíkar kommunu og velja ein ábyrgdarpersón at standa fyri hesum arbeiði.

-Mentanarnevndin samtykti at biðja mentanardeildini um at gera eitt tilmæli til fundin í februar um, hvussu arbeiðið kann skipast.

-Býráðið hevur á fundi 31/1-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá mentanarnevndini.

13/19: 2. viðgerð av eykajáttan - Frárensluvatn á havnarlagnum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevur, at frárensluviðurskiftini í “Beta bygninginum” fáast í rættlag, um virksemið skal kunna halda áfram í bygninginum. 

Kostnaðurin fyri at fáa viðurskiftini í rættlag eru mettur til 800t kr.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til, at viðurskiftini verða fingin uppá pláss og at málið um fígging verður beint í fíggjarnevndina.

-Fíggjarnevndin tekur undir vid Vinnu- og havnarnevndini og mælir til at veita eina eykajáttan áljódandi 800t kr, sum verður fíggjað av meirinntøku hjá Runavíkar havn.

-Býráðið hevur á fundi 29/11-2018 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

- Býráðið hevur á fundi 31/1-2019 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

14/19: Ársroknskapur fyri Kongshavnar havnarstýri

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin hjá Kongshavnar havnarstýri fyri 2017.

-Býráðið hevur á fundi 31/1-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

15/19: Endurnýggjan av matstovu- og skeinkiloyvi til Hotel Runavík

Teknisk viðgerð av almennum loyvi fevnir um brunakrøv og verða hesi regluliga uppfylgd. Hølini eru góðkend til alment loyvi. Sambært tekniskum krøvum kann umsóknin um endurnýggjan av matstovu- og skeinkiloyvi játtast.

-Fíggjarnevndin tekur undir við, at matstovu- og skeinkiloyvið hjá Hotel Runavík verður endurnýggjað.

-Býráðið hevur á fundi 31/1-2019 samtykt, við 8 atkvøðum fyri og 2 ímóti, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

16/19: Rakstrarætlan fyri Kongshavnar havnastýri

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna rakstrarætlanina fyri 2019 hjá Kongshavnar havnarstýri.

-Býráðið hevur á fundi 31/1-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.