HEIM

Býráðsfundur 30. apríl 2020 kl. 17.00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Hans Jákup Johannesen,
Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo, Selinda í Heiðunum og Sæunn Ó. Hansen.

Varalimir: Elnar Rasmussen

Ikki møtt: Jonhard Danielsen


41/20: Ársroknskapurin hjá Runavíkar kommunu fyri 2020

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin hjá Runavíkar kommunu fyri 2019, sum Sp/f Januar og Sp/f Grannskoðarastovan hava grannskoðað.

-Býráðið hevur á fundi 30/4-2020 samtykt at góðkenna ársroknskapin fyri 2019.

 

42/20: Ítróttarstuðul 2020.

Útlutan av árliga ítróttarstuðinum til Ítróttarfeløgini í Runavíkar kommunu.

-Mentanarnevndin mælir til at játta stuðul sambært frymlinum.

-Býráðið hevur á fundi 30/4-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

43/20: Mannagongd til burturbeining av óruddi á almennum øki.

Tekniska deild hevur gjørt uppskot til innanhýsis mannagongd í samband við fráboðan um órudd á almennum øki og hvussu hendan skal handfarast fyrisitingarliga.

-Umhvørvisnevndin tekur undir við uppskotinum til mannagongd.

-Býráðið hevur á fundi 30/4-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Umhvørvisnevndini.

 

44/20: Áheitan um yvirtøku av privatum vegi.

Íbúgvar á Skála heita á kommununa um at yvirtaka privatan veg, sum liggur á øki millum Skálaveg og Gamlaveg.

Ummæli frá Teknisku deild.

Vegurin sum víst verður til, verður brúktur sum innkoyring til 4 sethús. Tvey av teimum hava eisini atkomu Skálavegi og tvey frá Gamlavegi. Ein partur av vegnum liggur inni á privatum øki. Mælt verður frá ganga umsóknini á møti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Tekniska nevnd mæla frá at ganga umsóknini á møti.

-Býráðið hevur á fundi 30/4-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Teknisku nevnd.

 

45/20: Áheitan um asfaltering við bátahylin á Skála.

Hans Jákup Johannesen heitir á kommununa um at asfaltera økið rundan um bátahylin á Skála.

Ummæli frá Teknisku deild:

Asfaltið er sera illa farið og stórar holur eru í asfaltinum. Økið eru uml. 2.100 m2. Tekniska deild metir, at arbeiðið kemur at kosta uml. 1.600.000 kr. Tá er talan um avrætting og burturkoyring, útleggjan av grúsi, asfaltundirlag, bitumen lím og asfalt slitlag.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir frá at gera arbeiðið í ár, tí eingin peningur er avsettur á fíggjarætlanini fyri 2020 til hetta arbeiði.

-Býráðið hevur á fundi 30/4-2020 samtykt at beina málið aftur í Vinnu- og havnarnevndina til viðgerðar.