HEIM

Býráðsfundur 29. november 2018 kl. 17.00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum.

 

18/00870 - Umskipan av býráðnum

- Býráðið hevur á fundi 29/11-2018 samtykt at hesi verða vald í hesar nevndir: Jóhan Vest tekur sæti í vinnu- og havnanevndini, Selinda í Heiðunum í teknisku nevnd (har Kristian Gaardbo nú er valdur formaður), Kári Egholm Jacobsen tekur sæti í staðbundnu nevndini fyri Elduvík/Funningsfjørð og Terje Beinar Vestergaard í stýrinum fyri Skálafjarðar Sløkkilið.

Samtykt við 10 atkvøðum fyri og einari ímóti.

Hesi atkvøddu fyri Tórbjørn Jacobsen, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Terji Beinir Vestergaard, Etly Nord Olsen, Kári Egholm Jacobsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum.

Jonhard Danielsen atkvøddi ímóti.

 

18/00638 – 2. Viðgerð Fíggjarætlan 2019 - Fíggjarkarmur

- Fíggjarnevndin hevur á fundi 26/11-2018 samtykt ásetta fíggjarkarmin.

- Býráðið hevur á fundi 28/11- 2018 einmælt samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.

 

18/00645 -  2. viðgerð av fíggjarætlanini fyri Runavíkar kommunu 2019

Fíggjarnevndin mælir til at tillaga fíggjarkarmin fyri 2019 til 216,5 mió. kr. í mun til 213,5 mió. kr., sum varð samtykt á býráðsfundi 6/9-2018 og mælir til at samtykkja uppskotið til fíggjarætlan fyri 2019, sum javnvigar við 216,5 mió. kr.

Inntøkur:

Persónsskattur                              160,0

Partafelagsskattur                           24,0

Eftirl. skattur, DIS og FAS             32,5

Útreiðslur:

Rentustuðul                                       2,5

Fíggjarkostnaður                            16,0

Rakstur                                           155,5

Løgur                                                 42,5

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini

Aftaná 2. viðgerð í nevndunum, mælir fíggjarnevndin til at samtykkja uppskotið til fíggjarætlan fyri 2019 við teirri broyting, at 2,8 mió. kr verða fluttar frá rakstri til íløgur. (2,3 mió. bygningsviðlíkahald flutt á RS 611 og 0,5 mió. akfarskeyp verður flutt á RS 691)

Inntøkur:

Persónsskattur                                   160,0

Partafelagsskattur                               24,0

Eftirl. skattur, DIS og FAS                32,5

Útreiðslur:

Rentustuðul                                           2,5

Fíggjarkostnadur                               16,0

Rakstur                                              152,7

Løgur                                                   45,3

Skattaprosentið verður óbroytt 22% og barnafrádrátturin hækkar við 1.500 kr. (úr 6.500 upp í 8.000 kr.)

- Fíggjarnevndin hevur á fundi 26/11-2018 samtykt fíggjarætlanina fyri 2019.

- Býráðið hevur á fundi 29/11-2018 tikið undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini og samtykt 2. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2019.

Samtykt við 10 atkvøðum fyri og einari ímóti. Hesi atkvøddu fyri Tórbjørn Jacobsen, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Terji Beinir Vestergaard, Etly Nord Olsen, Kári Egholm Jacobsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum, Jonhard Danielsen atkvøddi ímóti, tí hann góðtekur ikki, at 7,2 mill. verða fluttar til fíggjarnevndina at umsita.

 

18/00715 2. Viðgerð av eykajáttan til keyp av nýggjum saltara til kommunala vetrarhaldið.

Annað av akførinum til vetrarhald er uppslitið og ikki álítandi til ein kavavetur afturat. Mælt  verður tí til, at peningur verður játtaður til keyp av einum nýggjum bili í verandi fíggjarári.

-Tekniska nevnd og fíggjarnevndin mæla til, at játtaðar verða 470t kr. til keyp av nýggjum bili/saltara.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevd og fíggjarnevndini.

- Býráðið hevur á fundi 29/11-2018 einmælt samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

18/00802: 2 viðgerð av útreiðsluneutralum eykajáttanum

Fíggjarleiðarin mælir til at gera hesar útreiðsluneutralar flytingar á fíggjarætlanini fyri 2018:

  1. av RS 540 á RS 110   70 tkr Felagskom. útreiðslur
  2. av RS 633, 661, 660, 670, 672 á RS 650      850 tkr (vatnverkætlan á Heiðavegi)
  3. Reguleringar, tá HTU (RS 120/122) og Rottutýning (RS 710/712) fingu egin RS
  4. Kontoreguleringar á RS 262, 410/412, 619/633, 660 og 591

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá fíggjarleiðaranum til útreiðsluneutralar eykajáttanir í 2018.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini

- Býráðið hevur á fundi 29/11-2018 einmælt samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við fíggjarnevndini.

 

18/00801:  2. viðgerð av eykajáttan til rakstrarkonti

16,9 mió. kr. eru avsettar á RS 751 Runavíkar Havn. Metta útreiðslan í 2018 til bryggjuna, Fjøruvegin og rampan eru 21,4 mió., sostætt resta 4,5 mió. kr. í og verður mælt til at veita hesa upphædd sum eykajáttan í 2018.

Har umframt resta 2,39 mió. í framroknaða raksturin á RS 120, 130, 416, 530, 620 og 622.

-Fíggarnevndin mælir til at veita eykajáttan áljóðandi 6,890 til íløgur og rakstur.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini

-Býráðið hevur 29/11-2018 einmælt samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

18/00756:  Skálafjarðar kommunala Sløkkilið – 2. viðgerð av eykajáttan til keyp av nýggjum sløkkibili til eystara arm av fjørðinum.

SKS søkir kommunurnar um eykajáttan til keyp av nýggjum stigabili, sum avloysara fyri 30 ára gamla bilin, sum ikki kemur at nøkta tørvið, sum liggur fyri framman.

SKS hevur fingið tilboð uppá nýggjan bil fyri 3,4 mió. kr.

Væntandi fíggingin er 1 mió. kr. og er parturin hjá RK 631t. kr. av hesum.

-Fíggjarnevndin mælir til at játta SKS 631t. kr. til keyp av nýggjum stigabili.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt, við 1. viðgerð, at um at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

- Býráðið hevur 29/11-2018 einmælt samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

 18/00755: Skálafjarðar kommunala Sløkkilið – 2. viðgerð av eykajáttan til umvæling av bygningi.

Leiðslan fyri SKS søkir um eykajáttan á 442t. kr. til umvæling og máling av brandstøðini á Mann á Skála, sum er keypt fyri kortum (442t. er parturin hjá Runavíkar kommunu).

-Fíggjarnevndin mælir til at játta 442t kr. til umvæling av brandstøðini.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur 29/11-2018 einmælt samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

18/00751: Sp/f  Fragt- og Sand søkja um byggiloyvi til útbygging av skrivstovu- og goymslubygningin á Rókhavnini.

Smb. ætlanini er frástøðan frá vegmiðju á landsvegnum 17 m, men Landsverk hevur ásett frástøðuna á hesum strekki til 20m

Tá umsóknin frá Borg var til viðgerðar, var Landsverk ikki sinnað at geva undantak til frástøðuna og tí kann heldur ikki roknast við, at undantak kann gerast í hesum føri.

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Vinnu- og havnarnevndin mæla til at svara Frakt og Sand, at frástøðan frá bygningi til landsveg skal í minsta lagi verda 20m.

Viðtøka Býráðið 29. november 2018

Jonhard Danielsen skjýtur upp, at málið verður beint aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina og Vinni- og havnarnevndina.

Minniluta uppskotið bleiv sett undir atkvøðugreiðslu. Ein atkvøða var í fyri og 10 ímóti Jonhard Danielsen atkvøddi fyri og hesi atkvøddu Tórbjørn Jacobsen, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Terji Beinir Vestergaard, Etly Nord Olsen, Kári Egholm Jacobsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum.

Síðan blev atkvøtt um tilmæli frá Teknisku deild og tað bleiv samtykt við 10 atkvøðum fyri og einari ímóti. Hesi atkvøddu fyri Tórbjørn Jacobsen, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Terji Beinir Vestergaard, Etly Nord Olsen, Kári Egholm Jacobsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum.       Jonhard Danielsen atkvøddi ímóti.

 

18/00741: Parkeringsøki vid Berjaveg

Borgari vid Berjaveg heitir á kommununa um at gera parkeringspláss á Børkugøtu, har bilarnir, sum hoyra til Berjaveg eisini kunnu parkera tá hálka er, tí Berjavegur er brattur og vandamikil í hálku.

-Tekniska nevnd mælir frá at gera parkeringspláss á við Børkugøtu, tí tað verður ov trongligt at koma frá Brøkugøtu og norðureftir omanfyri sethúsarekkjuna.

Viðtøka Býráðið 29. november 2018

Jonhard Danielsen skjýtur upp, at málið verður beint aftur í Teknisku nevnd.

Minniluta uppskotið bleiv sett undir atkvøðugreiðslu. Ein atkvøða var í fyri og 10 ímóti Jonhard Danielsen atkvøddi fyri og hesi atkvøddu Tórbjørn Jacobsen, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Terji Beinir Vestergaard, Etly Nord Olsen, Kári Egholm Jacobsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum.

Síðan blev atkvøtt um tilmæli frá Teknisku deild og tað bleiv samtykt við 10 atkvøðum fyri og einari ímóti. Hesi atkvøddu fyri Tórbjørn Jacobsen, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Terji Beinir Vestergaard, Etly Nord Olsen, Kári Egholm Jacobsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum.    Jonhard Danielsen atkvøddi ímóti.

 

 18/00832: Sp/f Rókin søkir um byggiloyvi til virkisbygning á Rituvíkshálsi

Sp/f Rókin søkir um at byggja ein 980m2 stóran vinnubygning á matr. nr. 47d á Rituvíkshálsi, harav 800 m2 av bygninginum er 8m høgur og restin 4,8m.

Tilmæli frá Teknisku deild: Grundstykkið liggur í D31-vinnuøki á Rituvíkshálsi. Sambært ásetingunum kann hæddin í mesta lagi verða 6,5m.

Tekniska deild mælir til at geva loyvi at byggja 8m høgan bygning og at geva loyvi til eina innkoyring frá Rituvíkarvegi við ávísum treytum og at málið um vegíbindingina verður beint í Teknisku nevnd.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild um at játta byggiloyvi og at málið um íbinding í Rituvíkarveg verður beint í Teknisku nevnd til viðgerðar.

-Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild um at geva loyvi til eina innkoyring frá Rituvíkarvegi, við nærri útgreinaðum treytum.

Viðtøka Býráðið 29. november 2018

Jonhard Danielsen skjýtur upp, at málið verður beint aftur í Teknisku nevnd.

Minniluta uppskotið bleiv sett undir atkvøðugreiðslu. Ein atkvøða var í fyri og 10 ímóti Jonhard Danielsen atkvøddi fyri og hesi atkvøddu ímóti, Tórbjørn Jacobsen, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Terji Beinir Vestergaard, Etly Nord Olsen, Kári Egholm Jacobsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum.

Síðan blev atkvøtt um tilmæli frá Teknisku nevnd og tað bleiv samtykt við 10 atkvøðum fyri og einari ímóti. Hesi atkvøddu fyri Tórbjørn Jacobsen, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Terji Beinir Vestergaard, Etly Nord Olsen, Kári Egholm Jacobsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum. Jonhard Danielsen atkvøddi blankt

 

18/00796: Umsókn um byggiloyvi til sethús í Lamba.

AT-Átak hevur fyrr í ár søkt um at keypa 4 grundstykkir í Lamba til bygging av smærri sethúsum. Felagið søkir nú um byggiloyvi til tað fyrsta húsið smb. innsendari tekning.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at boða frá, at felagið skal koma við samlaðu byggiætlanini og at keypið av grundstykkjunum verður avgreitt áðrenn byggiloyvið verður viðgjørt.

- Býráðið hevur á fundi 29/11-2018 samtykt at takt undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

Samtykt við 10 atkvøðum fyri. Hesi atkvøddu fyri Tórbjørn Jacobsen, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Terji Beinir Vestergaard, Etly Nord Olsen, Kári Egholm Jacobsen,Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum. Jonhard Danielsen atkvøddi blankt.

 

18/00806: Framhald av útstykkingarvegi á Skipanesi

2 grundstykki eru nýliga seld á Skipanesi og er neyðugt at leingja útstykkingarvegin við einum 40m longum og 6m breið um vegi fyri at sleppa til grundstykkini.

SK Maskinur skulu gera grundstykkið byggiklárt og hava givið tilboð uppá gera vegagerðina samstundis.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til taka av tilboðnum uppá at leingja vegin suðureftir vid 40m.

-Býráðið hevur á fundi 29/11-2018 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

18/00841: Broyting av byggisamtykt fyri D31 - nýggjar ásetingar fyri økið.

Tekniska deild mælir til at ásetingarnar fyri D31-øki verða broyttar soleidis, at hæddartal í mesta lagi 1,5 hædd verdur strikað og at bygningshædd í mesta lagi 6,5 m verður broytt til 8m

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir vid tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 29/11-2018 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

18/00847: Umsókn um byggiloyvi til sethús í Saltangará.

Jenny og Magni Høgnesen søkja um loyvi at byggja sethús á matr. nr. 150m Glyvra bygd 1m nærri markinum eystur eftir. Ein 4m breiður geiri er framvið grundstykkinum ímillum matr. nr. 150m og Leitisvegin. Frástøðan frá Leigisvegi til húsið verður 5m.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at geva undantaksloyvi til at byggja 1m nærri markinum eystur eftir.

- Býráðið hevur á fundi 29/11-2018 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

18/00709: Umsókn um byggiloyvi til transformarastøð í Oyndarfirði.

SEV søkir um byggiloyvi til transformarastøð vid Oyndarfjarðarvegin á matr. nr. 230 í Oyndarfirði. Lendið sum transformarastøðin ætlast at byggja á, er búnaðarjørð.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi at treytað av at staðsetingin er við tyrvingarplássið og at SEV fær avtalu vid Búnaðarstovuna um lendið.

- Býráðið hevur á fundi 29/11-2018 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

18/00372: Øki til upphøgging av skipum

Fyribils galdandi leigumálið hjá upphøggingarvirkinum við Skála havn verður uppsagt í næstum, fyri at geva pláss í samband við byggingina av nýggja havrannsóknarskipinum á Skála.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at vísa umsøkjaranum á økið í krókinum útfyri Articon á Skála, sum eina tíðaravmarkaða loysn.

Viðtøka Býráðið 29. november 2018

Hans Jákup Johannesen setir fram broytingaruppskot um at forleingja sáttmálan við fram til 1. apríl 2019 og at flyta virksemi inn í Skálabotn.

Minniluta uppskotið bleiv sett undir atkvøðugreiðslu. Tríggjar atkvøður vóru fyri og 8 ímóti. Hans Jákup Johannesen, Jonnhild Reynholdsdóttir og Jonhard Danielsen atkvøddi fyri og Tórbjørn Jacobsen, Helgi Lamhauge Petersen, Terji Beinir Vestergaard, Etly Nord Olsen, Kári Egholm Jacobsen, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum atkvøddu ímóti

Síðan bleiv atkvøtt um tilmæli frá Vinnu- og havnarnevndini og tað bleiv samtykt við 7 atkvøðum fyri, trimum ímóti og einari blankari. Hesi atkvøddu fyri Tórbjørn Jacobsen, Helgi Lamhauge Petersen, Terji Beinir Vestergaard, Kári Egholm Jacobsen, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum, hesi atkvøddu ímóti: Hans Jákup Johannesen, Jonnhild Reynholdsdóttir og Jonhard Danielsen. Etly Nord Olsen atkvøddi blankt.

 

18/00845: Frárensluvatn á havnarlagnum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevur, at frárensluviðurskiftini í “Beta bygninginum” fáast í rættlag, um virksemið skal kunna halda áfram í bygninginum.

Kostnaðurin fyri at fáa viðurskiftini í rættlag eru mettur til 800t kr.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til, at viðurskiftini verða fingin uppá pláss og at málið um fígging verður beint í fíggjarnevndina.

-Fíggjarnevndin tekur undir vid Vinnu- og havnarnevndini og mælir til at veita eina eykajáttan áljódandi 800t kr, sum verður fíggjað av meirinntøku hjá Runavíkar havn.

-Býráðið hevur á fundi 29/11-2018 einmælt samtykt, við 1. Viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

18/00846: Viðlíkahaldsætlan av kommunalum bygningum.

Býrádðið hevur samtykt at flyta játtanirnar til vidlíkahald av kommunalum bygningum til eina samlaða játtan fyri allar kommunalar bygningar, heldur enn at bygningarnir eru deildir upp í fleiri nevndir/rakstrarøki.

Tekniska deild hevur gjørt eina ætlan fyri viðlíkahaldstørvin á kommunalum bygningum og mælir til, at viðlíkahaldsarbeiðini verða raðfest smb. hesum listanum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin, Vinnu- og havnarnevndin, Tekniska nevnd og Umhvørvisnevndin mæla til at taka undir við uppskotinum til viðlíkahald av kommunalum bygningum.

- Býráðið hevur á fundi 29/11-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini, Vinnu- og havnarnevndini, Teknisku nevnd og Umhvørvisnevndini.

Samtykt við 10 atkvøðum fyri og einari ímóti. Hesi atkvøddu fyri: Tórbjørn Jacobsen, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Terji Beinir Vestergaard, Etly Nord Olsen, Kári Egholm JacobsenJonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum. Jonhard Danielsen atkvøddi ímóti.

 

18/00844: Víðkan av havnarlagnum í Funningsfirði

Atlantshav hevur søkt um byggiloyvi til útbygging av virkisbygningi sínum í Funningsfirði. Um byggiloyvi skal játtast, verður neyðugt at fylla út sunnanfyri verandi kaj.

Tekniska deild mælir til at flyta 1.500 m3 at tunnilsgróti til projektið í Funningsfirði.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir vid tilmælinum frá Teknisku deild og at arbeiðið verður fíggjað av játtanini til tunnilsgrót.

- Býráðið hevur á fundi 29/11-2018 samtykt at taka undir við Vinnu- og havnarnevndini við 6 atkvøðum fyri og 5 í móti.

Hesi atkvøddu fyri: Tórbjørn Jacobsen, Helgi Lamhauge Petersen, Terji Beinir Vestergaard, Kári Egholm Jacobsen, Jóhan Vest og Selinda í Heiðunum.

Og hesi atkvøddu ímóti: Jonnhild Reynholdsdóttir, Hans Jákup Johannesen, Kristian Gaardbo, Etly Nord Olsen og Jonhard Danielsen

 

18/00786: Umlegging av rutuni hjá skúlabussunum

Uppá fyrispurning um at umleggja skúlabarnakoyringina, so hon koyrir eftir Gerðisvegi, Leitisvegi og oman Dalaveg, eru hesar vidmerkingar:

Tryggjast má, at í hálku má farleiðin verða saltað/grivin tíðliga á morgni.

Leitisvegur er torførur at koyra á, har eru bungur og bilar standa parkeraðir í báðum síðum á vegnum.

Koyringin má byrja 10. min fyrr úr Rituvík og av Skipanesi, t.v.s. kl. 7.15

-Mentanarnevndin mælir til at broyta koyringina sambært uppskotinum í eina royndartíð frá 1. januar fram til summarfrítíðina við eftirmeting í juni.

Viðtøka Býráðið 29. november 2018

Kári Egholm Jacobsen setir fram broytingaruppskot um at beina málið aftur í Mentanarnevndina.

Minniluta uppskotið bleiv sett undir atkvøðugreiðslu. Sjey atkvøður vóru fyri og 4 atkvøddu blankt og bleiv sostatt samtykt at beina málið aftur í Mentanarnevndina.

Hesi atkvøddu fyri: Tórbjørn Jacobsen, Hans Jákup Johannesen, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum.

Hesi atkvøddu blankt: Terji Beinir Vestergaard, Etly Nord Olsen, Jóhan Vest og Helgi Lamhauge Petersen.

 

18/00458: bygging av nýggjum dagstovni.

Orsaka av vaksandi barnatali, verður tørvur á at útvega nýggj ansingarpláss á eystara armi og at avseta íløgujáttan í 2010 til bygging av nýggjum ansingarstovni.

Trivnadardeildin mælir til, í samráð við Teknisku deild, at kanna nærri fyrimunir og vansar við staðseting av nýggjum ansingarstovni á Glyvrum, omanfyri Bakkafrost og á grøna økinum vid Blikagøtu.

-Trivnadarnevndin tekur undir vid tilmælinum frá Trivnadardeildini.

- Býráðið hevur á fundi 29/11-2018 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

18/00704: Mál og avbjóðingar í samb. vid serligar fyriskipanir á Dagstovnaøkinum

Málið um tímajáttan til serligar fyriskipanir á dagstovnaøkinum hevur verið til umrøðu í HTU-nevndini, har serliga málið um tímajáttan, har dagstovnaleiðarar ikki meta seg fáa játtað nóg mikið av tímum til nøktandi arbeiðsorku á økinum.

Í mun til innkomnar umsóknir eru fleiri ið ikki fáa tillutað teir tímar, ið ynsktir verða, umframt at 5 umsóknir ikki hava fingið tillutað tímar, tí karmurin ikki røkkur til hetta. Mett verður í onkrum føri, at stovnurin eigur at kunna veita nøktandi tilboð innanfyri vanligu normeringina.

Trivnadardeildin mælir til eina nærri viðgerð av hvussu fyrisitingin av tímajáttanini til børn við serligum tørvi skal fyriskipast.

-Trivnaðarnevndin mælir til at umsitingin sjálv tekur avgerð um, hvussu hon skipar seg best møguliga á hesum økinum.

- Býráðið hevur á fundi 29/11-2018 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

18/00851: Ásetan av fundardøgum fyri býráðið í 2019

Mælt verður til at áseta hesar fundardagar fyri 2019: 31/1, 28/2, 28/3, 2/5, 28/5, 27/6, 5/9, 26/9, 31/10 og 28/11.

- Býráðið hevur á fundi 29/11-2018 samtykt við við seks atkvøðum fyri, tvær ímóti og tríggjar blankt, at fundirnir verða hesi dagar í 2019:

31/1, 28/2, 28/3, 2/5, 28/5 á Skála, 27/6 í Funningi, 5/9, 26/9, 31/10 og 28/11.

Hesi atkvøddu fyri: Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Selinda í Heiðunum, Etly Nord Olsen, Tórbjørn Jacobsen og Hans Jákup Johannesen.

Hesi atkvøddu ímóti: Kári Egholm Jacobsen og Jonhard Danielsen.

Hesi atkvøddu blankt: Helgi Lamhauge Petersen, Kristian Gaardbo og Terji Beinir Vestergaard.