HEIM

Býráðsfundur 28. mars 2019 kl. 17

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum.

Varalimir: Sæunn Ólavsdóttir Hansen og Elnar Rasmussen

Ikki møtt: Etly Nord Højgaard og Jonhard Danielsen

 

43/19: Áheitan um broyting av byggisamtyktini á Skipanesi 

Borgari á Skipanesi heitir á býráðið um at broyta ásetingina fyri matr. nr. 1c Søldarfjarðar bygd frá E1-øki (landbúnaðarøki) til B-øki (sethúsaøki).

Vísandi til ásetingina í byggisamtyktini fyri E1-øki er ásett í byggisamtyktini kap. IV, grein 5 um bygging, at møguligt at broyta og byggja afturat húsunum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 1c á Skipanesi.

-Býráðið hevur á fundi 28/3-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

44/19: Jarðarkeyp á Skála til íbúðarbygging

Í samband við møguliga íbúðarbygging vestanfyri Sambýlið á Skála, verður neyðugt at kommunan ognar sær uml. 1.900 m2 av C20-økinum matr. nr. 335 til samanlegging við matr. nr. 300m.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at keypa uml. 1.900 m2 av lendi til íbúðarbygging omanfyri Sambýlið á Skála.

-Býráðið hevur á fundi 28/3-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

45/19: Býarplansbroyting á Skála

Í samband við íbúðarbygging omanfyri Sambýlið á Skála, er neyðugt at broyta ein part av C20-økinum til B-øki, um verkætlanin skal kunna fremjast.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at uml. 2.200 m2 av C20-økinum vestanfyri Sambýlið verður broytt til B21-bústaðarøki.

-Býráðið hevur á fundi 28/3-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

46/10: Áheitan um ferðsluforðingar á Dalavegnum á Glyvrum

Eftir áheitan frá býráðslimi mælir Tekniska deild til, at ferðslutrygdarátøk verða gjørd á Dalavegnum við bungum og skeltum.

-Ferðslunevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Teknisku deild, við undantak av, at niðasta bungan ikki verður gjørd.

-Tekniska nevnd tekur undir til tilmælinum frá ferðslunevndini.

-Býráðið hevur á fundi 28/3-2019 samtykt at beina málið aftur í Teknisku nevnd og at gjørd verður ein heildarætlan fyri ferðsluviðurskiftini í allari kommununi.

 

47/19: Asfaltering av høvuðsvegnum Glyvrar/Saltangará

Asfalteringin av Heiðavegi/Glyvravegi varð útbjóðað í tveimum, soleiðis, at helmingurin ella alt arbeiðið kann verða gjørt og hava 2 arbeiðstakarar latið tilboð inn uppá asfaltering.

-Tekniska nevnd mælir til at taka av lægra tilboðunum uppá alt arbeiðið og beinir málið í fíggjarnevndina til viðgerðar.

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd um at taka av “Útboði 2” og mælir til at veita eina eykajáttan uppá 2,1 mió. kr.

-Býráðið hevur á fundi 28/3-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.

 

48/19: Blikagøta í Runavík.

Áheitan er komin um at taka sýnirnar við Blikagøtu burtur soleiðis, at útsýnið við vegamótið á Blikagøtu verður betri.

Tekniska deild metir arbeiðið at taka sýnirnar burtur at kosta uml. 150-200.000 kr fyri brekking, grevstur og koyring.

Ein onnur loysn er at seta spegl upp yvirav innkoyringini, hetta vildi kosta uml. 5.000 kr.

-Tekniska nevnd mælir til at seta spegl upp við vegamótið.

-Býráðið hevur á fundi 28/3-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og at taka málið um sýnirnar upp í samband við heildarætlan um ferðsluviðurskifti í allari kommununi.

 

49/19: Bussleiðin til Oyndarfjarðar – møgulig tilkalliskipan

Í samband við skúlabarnakoyringina, sum annars er samskipað við almennu koyringina við leið 480 til og úr Oyndarfirði,  eru nakrir eykatúrar í samband við skúlabarnakoyring, tá hesir ikki passa til almennu rutuna. Men tá skúlin avlýsir vegna broytt skúlaskema, verða hesir eykatúrar ikki koyrdir og tað kann verða óheppi fyri borgarar, sum annars høvdu ætlað sær við hesum túri.

-Umhvørvisnevndin mælir til, at umsitingin setir seg í samband arbeiðstakaran um eina møguliga tilkalliskipan og skipa hetta sum eina royndarætlan fram til summarferiuna.

-Býráðið hevur á fundi 28/2-2019 samtykti at beina málið aftur í Umhvørvisnevndina til viðgerðar.

-Á fundi við arbeiðstakaran, sum bæði hevur koyringina fyri SSL og kommununa um hendi, eru vikuliga 3 eykatúrar úr Oyndarfirði kl. 9 á morgni og 1 úr Runavík kl. 11.30 í samband við skúlabarnaflutning. Tá skúlin hevur feriu, verða túrarnir ikki koyrdir.

-Umhvørvisnevndin mælir til at gera hesar túrar almennar, sum eina royndarskipan fram til summarferiuna.

-Býráðið hevur á fundi 28/3-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Umhvørvisnevndini.

 

50/19: Nýtt felagshús hjá Bátafelagnum á Skála

Bátafelagið á Skála søkir um fíggjarligan stuðul til bygging av nýggjum felagshúsi.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at játta kr. 70.000 afurat í stuðli til liðuggerð av nýggja felagshúsinum.

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 28/3-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

 

51/19: Fígging av kanningararbeiði av óljóð- og luftgóðskumátingum

Býráðið samtykt á fundi í februar at heita á Kongshavnar havnarstýri um at fíggja kanning av óljóð- og luftgóðskumátingum, tí hetta varð hildið at vera eitt felags mál fyri kommunurnar við Skálafjørðin.

Kongshavnar havnarstýrið hevur viðgjørt áheitanina og samtykti at spyrja allar kommunur í samstarvinum, um tær tóku undir við, at felagið ber kostnaðin av kanningini.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at góðkenna, at peningur frá Kongshavnar Havnarstýri verður játtaður til kanning av ljóð- og luftdálking frá skipum, sum koma inn á fjørðin.

-Býráðið hevur á fundi 28/3-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

 

52/19: Bátahylurin á Glyvrum

Liðuggerð av arbeiðinum á vestaru síðu við bátahylin á Glyvrum og ger av vendiplássi er mett at kosta uml. 345.000 kr. Tá er asfaltering ikki við.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at gera arbeiðið liðugt við vendiplássi og at arbeiðið verður fíggjað av játtanini til keyp av gróti.

-Býráðið hevur á fundi 28/3-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.