HEIM

Býráðsfundur 26. mars 2020 kl. 17.00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo, Selinda í Heiðunum og Sæunn Ó. Hansen.

Varalimir: Annfinnur Garðalíð

Ikki møtt: Hans Jákup Johannesen, Jonhard Danielsen og Jóhan Vest

23/20: Broyting av byggisamtyktini á Glyvrum.

Ein umsókn er komin um íbúðarbygging á parti av matr. nr. 44a á Glyvrum, sum í býarplaninum liggur sum E-1 øki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at tann parturin av matr. nr. 44a sum liggur vestanfyri Sýnarveg/Undir Gørðum, verður broyttur frá E-1 øki til B6-bústaðarøki.

-Býráðið hevur á fundi 26/3-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

24/20: Søla av trimum grundstykkjum á Hjallavegi.

Støðutakan um tey trý grundstykkini á Hjallavegi, sum eru tøk aftur, skulu brúkast til einkult hús ella íbúðarbygging.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at stykkini verða sett til sølu undir vanligum treytum. Um stykkini verða seld til vinnuligt endamál, er freistin fyri bygging sett til í mesta lagi eitt ár.

-Býráðið hevur á fundi 26/3-2020 samtykt at stykkini verða sett til sølu til vinnuligt endamál soleiðis, at tað fáast í minsta lagi 6 bústaðareindir á tey trý grundstykkini.

 

25/20: Tilboð um keyp av lendi til breiðkan av Leitisvegi.

Kommunan hevur fingið bjóðað at frábýta uml. 75 m2 burturav matr. nr. 131a til samanlegging við litra “b”, so møguleiki er fyri at breiðka vegin á hesum strekki og harvið betra um ferðslutrygdina á hesum vegastrekki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at gera avtalu við eigaran av matr. nr. 131a um yvirtøku av uml. 75 m2 burtur av grundstykkinum.

-Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 26/3-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Teknisku nevnd.

 

26/20: Umsókn um byggiloyvi til carport á matr. nr. 233h í Saltangará.

Maskinhandilin søkir um loyvi at inniloka greiran ímillum handilin og parkeringsplássið norðanfyri, soleiðis at tað, sum í dag stendur úti, kemur undir tak.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 26/3-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

27/20: Byggiloyvi til broytan av facadu á handilsbygningi í Saltangará

Maskinhandilin søkir um loyvi at broyta fasaduna á veghæddini á handilsbygningi teirra, við einum glas karnappi, sum kemur 0,7m fram um bygningin.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi.

-Býráðið hevur á fundi 26/3-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

28/20: Marknaumskipan í samband við miðbýarætlanina.

Í samband við miðbýarætlanina hava samráðingar verið millum kommununa og eigararnar av Maskinhandlinum um, at matr. nr. 233h letur 51m2 til gongubreytina og kommunan letur 72 m2 burturav litra “l” til samanlegging við matr. nr. 233h. Hetta fyri at gongubreytin framvið matr. nr. 233h kann gerast sum ætlað.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við avtaluni um makabýti.

-Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 26/3-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Teknisku nevnd.

 

29/20: Umsókn um keyp av uppískoytisstykki í Søldarfirði.

Søkt verður um at keypa tríggjar smáar jarðarteigar í Søldarfirði, til samanlegging við matr. nr. 62.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at ganga umsóknini á møti, vísandi til, at kommunan kann fáa brúk fyri økinum til víðkan av parkeringsøkinum við skúlan.

-Býráðið hevur á fundi 26/3-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

30/20: Umsókn um keyp av uppískoytisstykki við Hjallaveg.

Søkt verður um at keypa ein 1-2m av lendi burturav matr. nr. 276c til samanlegging við matr. nr. 276g.

-Byggi- og býarskipanarnevndi mælir frá at ganga umsóknini á møti, vísandi til, at hetta kann avmarka møguleikaranar at leingja Hjallaveg í somu breidd sum verandi vegur, til tvey nýggj grundstykkir.

-Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 26/3-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Teknisku nevnd.

 

31/20: Hoyringsskriv loyvi at ala tara á Funningsfirði.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur sent kommununi hoyringsskriv til umsókn um aling eftir tara við Barm úti á funningsfirði.

-Vinnu- og havnarnevndin tilmælir loyvi til aling av tara á Funningsfirði og mælir til, at avtala verður gjørd í samráð við Runavíkar Havn, um staðseting og um skipan av virkseminum hjá Ocean Rain Forest á havnarøkinum.

-Umhvørvisnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 26/3-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Umhvørvisnevndini.

 

32/20: Umsókn um byggiloyvi til tvíhús á Skála.

Sp/f Snarhús søkir um byggiloyvi til tvíhús á matr. nr. 210a á Skála.

Smb. byggisamtyktini kunnu tví- ella raðhús byggjast í B10 – B39 øki, við serloyvi frá byggivaldinum og grundstykkið skal í minsta lagi vera 250 m2 fyri hvørt hús.

Matr. nr. 210a er 1097 m2 og gevur sostatt rúm fyri 4 búeindum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi til tvíhús.

-Býráðið hevur á fundi 26/3-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

33/20: Mannagongd í samband við burturbeining av óskrásettum akførum.

Tað kemur javnan fyri, at óskrásett akfør verða sett á almenn øki og vegir og hevur Tekniska deild gjørt uppskot til mannagongd, tá ið akfør skulu burturbeinast av almennum øki og vegi.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til mannagongd um burturbeining av óskrásettum akførum á almennum øki.

-Umhvørvisnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 26/3-2020 tikið undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Umhvørvisnevndini.

 

34/20: Heimavirkni søkir um stuðul.

Áhugafelagið Heimavirkni søkir um rakstrarstuðul, sum skal brúkast at gjalda part av húsaleiguni hjá sølubúð teirra.

-Mentanarnevndin mælir til at játta felagnum 50.000 kr. í rakstrarstuðli.

-Býráðið hevur á fundi 26/3-2020 tikið undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

35/20: Hølisviðurskifti hjá Skúlanum við Løkin.

Síðan Skúlin við Løkin varð tikin í nýtslu, hevur skúlalonin norðanfyri Bylgjuna verið útleigað til onnur endamál. Nú er støðan tann, at skúlin aftur hevur brúk fyri hølunum til skúlavirksemi og heitir á kommununa um at lata skúlanum hølini aftur til skúlabrúk.

-Mentanarnevndin mælir til, at hølini verða tøk aftur til skúlabrúk og at leigumálið, sum er í bygninginum, verður uppsagt.

-Býráðið hevur á fundi 26/3-2020 tikið undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

36/20: Ársroknskapurin hjá Skálafjarðar kommunala Sløkkiliði fyri 2019.

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin hjá Skálafjarðar kommunala Sløkkiliði fyri 2019.

-Býráðið hevur á fundi 26/3-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

37/20: Standmynd í Funningi – 2. viðgerð

Uppskot er um, at seta upp standmynd í Funningi – Grími Kamban til minningar.

Borgarstjórin mælir til, at fíggjarleisturin verður á leið hin sami sum til standmyndina í Elduvík.

-Fíggjarnevndin mælir til at brúka tær 25.000 kr, sum er parturin hjá fyrrverandi Elduvíkar kommunu, av læknahúsinum á Eiði, sum stovnsfæ til Minnisvarða-nevndina, tá hendan er skipað og viðtøkur fyri felagið samtyktar.

-Býráðið hevur á fundi 27/2-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 26/3-2020, við 2. viðgerð, tikið undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

38/20: Støðutakan til foreldragjaldið á kommunalu dagstovnunum, nú stovnarnir eru stongdir vegna korona smittuvandan.

Í fyrstu atløgu snýr málið seg um, at støða verður tikin til, um foreldrini skulu fáa fíggjarliga konpensatión fyri eina tænastu, sum tey ikki fingu og sum tey hava goldið fyri.

Borgarstjórin mælir til, at gera støðuna upp, táið dagstovnarnir aftur virka sum vanligt og at gjalda foreldrunum fult endurgjald fyri tænastuna tey ikki fingu.

Lata stovnarnir uppaftur við vanligum virksemi triðja páskadag, snýr tað seg um ein mánaða, og merkir tað, at inntøkurnar hjá kommununi á hesum økinum verða ímillum 650 og 700 túsund krónur lakari enn ætlað í fíggjarætlanini fyri 2020.

-Fíggjarnevndin mælir til, at støðan verður gjørd upp, táið dagstovnarnir aftur virka sum vanligt, og at gjalda foreldrunum fult endurgjald fyri tænastuna tey ikki fingu.

-Býráðið hevur á fundi 26/3-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.